ST nevnir ikki Assad í friðarætlan fyri Sýria

Trygdarráðið hjá ST hevur samtykt eina fyriskipan um, hvussu friðartilgongdin skal verða í Sýrina næstu fimm árini.

 

Tað skrivar fleiri tíðindastovur.

 

Eitt sjáldan samt trygdarráð hjá ST hevur einmælt samtykt eina ætlan um vápnahvíld og friðarsamráðingar í sýriska borgarakrígnum.

 

Tað var í gjárkvøldið, at ST Trygdarráðið í fullari semju samtykti ætlanina, sum skal greiða, hvussu friðartilgongdin skal verða eftir fimm ára drúgva borgarakríggið í Sýria, sum hevur kostað fleiri enn fjórðingsmillión fólkum lívið.

 

Sambært týsku tíðindastovuni, dpa, leggur samtyktin upp til, at samráðingar fara í gongd í januar um vápnahvíld og skipan av sýriskari skiftisstjórn.

 

– Samtyktin sendir ein greiðan boðskap til allar partar um, at nú skulu drápini í Sýria steðga, sigur John Kerry, amerikanski uttanríkisráðharrin.