ST: Nato úr Libya 31. oktober

Trygdarráðið hjá ST samtykti í dag, at heimildin hjá Nato í Libya skal fara úr gildi tann 31. oktober. Nato fekk í mars heimild frá trygdarráðnum at verja tað libyska sivilfólkið og at forða Muammar Gaddafi at brúka stríðsflogfør og tyrlur ímóti uppreistrarmonnunum. Nú er borgarakríggið liðugt, og tí verður heimildin sett úr gildi.

Teir nýggju leiðararnir í Libya hava biðið Nato halda fram í Libya árið út, og ta áheitanina fer Nato at taka støðu til týsdagin í næstu viku.

Gera Nato-londini av at halda fram í Libya eftir tann 31. oktober, verður tað uttan ST-heimild.