ST: - 8.490 sivilfólk eru dripin í Ukraina

ST hevur skrásett 8.490 sivil deyðsføll og 14.244 sivilfólk, sum eru særd higartil í krígnum í Ukraina. Men, ST metir, at veruligu tølini eru nógv hægri.

Eitt yvirlit hjá ST, Sameindum Tjóðum, vísir, at út við 8.500 sivilfólk higartil eru dripin í krígnum í Ukraina. 

 

Hin 24. februar í ár var eitt ár liðið, síðan Russland leyp á Ukraina.

 

Talið 8.500 eru sivilfólk, sum eru staðfest og skrásett dripin, men ST metir, at veruliga talið er nógv hægri.

 

Skrivstovan hjá ST-hákommiserinum fyri mannarættindum hevur skrásett 8.490 sivil deyðsføll og 14.244 særd.

 

Hetta er í tíðarskeiðinum frá 24. februar í fjør til hin 9. apríl í ár.

 

Skrásettu tølini hjá ST vera roknað sum toppurin av ísfjallinum, tí stovnurin hevur ikki atgongd til økini, har bardagar eru.

 

Stúrt verður tískil fyri, at talið av deyðum sivilfólkum er fleiri túsund hægri enn tey tøl, sum ST í dag hevur fingið váttan fyri.

 

Meira enn helmingurin av deyðsføllunum eru skrásett í økjum, sum Ukraina ræður yvir, men sum russar hava bumbað.

 

Uppi í talinum á 8.490 eru eisini deyðsføll, sum eru skrásett í regiónunum,  Donetsk og Luhansk, har harðir bardagar hava verið.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.