Um tað var tí, at tankarnir hjá VB-kvinnunum longu var farnir at leita sær til Klaksvíkar og oddadystin sunnudagin, ella orsøkin var onkur onnur, so gekk tað undir øllum umstøðum óvæntað striltið hjá VB at basa Søljuni í Vági leygardagin.
Einmansherurin Nicoleta
Dysturin byrjaði annars sum væntað. Eftir at tað hevði staðið á jøvnum 2-2, fór VB fram um, men Søljan hekk í, og tær fylgdu við vágskvinnum upp á 8-8. Heimaliðið fór síðani aftur frá gestunum, og VB var eitt skifti í fyrra hálvleiki á odda við fýra málum, men Søljan bleiv við at hanga í, og tað var ikki frítt, at fleiri av leikarunum hjá VB gjørdust eitt sindur frustreraðar av tí sama.
Trý mál vóru á muni í hálvleikssteðginum, og tá ið VB fimm minuttir inn í seinna hálvleik legði seg á odda við fimm málum, væntaðu tey flestu, at nú var avgjørt, men so var ikki.
Søljan ella einmansherurin Nicoleta Radu Hansen vildi ikki sleppa VB, og tær svaraðu aftur so at siga hvørja ferð, at heimaliðið skoraði. Nevnast kann, at Nicoleta skeyt ikki færri enn átta av teimum 11 málunum, sum Søljan fekk eftir steðgin.
Eftir at VB hevði verið á odda 19-14, gjørdi Søljan ein ordans vørr, og sjey minuttir seinni høvdu tær tikið seg so nógv inn aftur á vertirnar, at VB nú einans var á odda við einum máli, 20-19.
Christina Holm gav síðani VB aftur eitt sindur av luft, tá ið hon við tveimum skjótum málum legði tær á odda 22-19, men framvegis fylgdi Søljan við, tí Nicoleta Radu Hansen gjørdi Christinu kynstrið eftir, og við tveimum brotskøstum innan fyri ein minutt, minkaði hon um munin, so at støðan var 22-21, og aftur bert tað eina málið á muni. Christina skoraði síðani til 23-21, men Nicoleta svaraði aftur, og so var 23-22!
Stórskjúttin hjá VB, Daiva Tomaite, legði síðani heimaliðið á odda 25-22. Lina Andriulyte minkaði um munin til 25-23, og stutt eftir fekk Søljan brotskast, men hesaferð brendi Nicoleta, og tað var líkasum, at misnýtta brotskastið tók tað seinastu orkuna hjá vágakvinnunum, tí seinastu fimm minuttirnar av dystinum vóru tær fyri ongum, og ístaðin fekk VB økt, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 28-23 til heimaliðið, og tey tølini siga lítið um, hvussu javnur dysturin í veruleikanum var.
VB-Søljan 28-23(15-12)
VB: Daiva Tomaite 7(2), Aukse Vysniaskaite 7, Christina Holm 5(1), Margreth Augustinussen 4, Rannvá Augustinussen 2, Laila Jespersen 2, Sólrun Krosslá 1
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 12(5), Lina Andriulyte 7, Heidi Maria Akselsen 3(2), Kristianna Petersen 1
Brotskøst: VB 4(3), Søljan 10(7)
Útvísingar: VB 9, Søljan 4
Dómarar: Kristian og Karstin Joensen