Stóð nógv á hjá VÍF

Tað reið um snarið hjá vestmenningum, tá ið Neistin var og vitjaði sunnudagin, men tað eydnaðist oddaliðnum at fáa tey bæði stigini, ið alt snýr seg um.

Tey flestu høvdu óivað væntað, at talan fór at verða um ein avgreiðsluspurning hjá VÍF, tá ið teir sunnudagin høvdu vitjan av botnliðnum Neistanum, men so var ikki, og tað stóð nógv á, áðrenn tað loksins eydnaðist VÍF at tryggja sær bæði stigini.

Áki við aftur
Vestmenningar høvdu sunnudagin Áka G. Olsen við aftur í hópinum, og tað var kærkomin styrkur. Áki byrjaði á beinkinum, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn hann bleiv sendur á vøllin.
Gestirnir úr Neistanum byrjaðu dystin væl betur enn VÍF, og ikki minst vóru tað teir báðir Jota í málinum og stórskjúttin Damir Oros, ið góvu vestmenningum grá hár í høvdið. Jota stóð sera væl frá byrjan, og hetta gjørdi, at vestmenningarnir gjørdust eitt sindur bangnir fyri at royna seg móti málinum.
Í hinum endanum fekk verjan hjá VÍF als ikki steðgað Damir Oros, sum sunnudagin vísti, hví hann í fjør var kosin til ársins leikara í Føroyum. Damir nærum langaði bóltarnar í kassan nærum eftir vild, og Eli Müller fekk als ikki fatur á skotunum hjá stórskjúttanum.

Mansverja gjørdi mun
Tað var Neistin, sum var betra liðið í fyrra hálvleiki, og tí var tað eisini fult uppiborið, at havnarliðið fór til hálvleiks við einari leiðslu upp á tvey mál, 11-9, og gamli venjarin hjá Neistanum, Dia Midjord, sum nú venur VÍF, hevði óivað fingið nógv at hugsa um í fyrra hálvleiki.
Seint í fyrra hálvleiki fór VÍF undir mansverju av Damir Oros, og hetta skuldi vísa seg at verða ein skilagóð avgerð. Í seinna hálvleiki gjørdi hetta sítt til, at tað bráddliga kom stígur í álopsspælið hjá Neistanum, og tá ið tað so eydnaðist Neistanum at koma til nakrar opnar møguleikar, so stóðu ein sera vælleikandi Eli Müller enn einaferð ein fínan dyst. Eli spældi seg av álvara heitan eftir stegðin, og hann átti sín stóra leiklut í at tað eydnaðist VÍF at taka Neistan aftur.
Í hinum endanum var tað Daniel Rapa, ið var stóri leikarin hjá vestmenningum. Rapa hevur mangan fingið toyggið fyri at brenna ov nógv, men sunnudagin var rumenin í rætta hýrinum, og serliga í seinna hálvleiki langaði hann ein bólt fyri og annan eftir í netmeskarnar aftan fyri Jota í málinum hjá Neistanum.

Neistin knekkaði men kom aftur
Tú hevði allatíðina varhugan av, at hóast Neistin hevði leiðsluna, so fór VÍF at vinna dystin. Onkur áskoðari helt fyri í steðginum, at tað gingu neyvan meiri enn 5-10 minuttir av seinna hálvleiki, so fóru vestmenningar at yvirhála Neistan, og so var dysturin avgjørdur. Hetta vísti seg eisini partvís at verða rætt, tí tað gingu bara slakir tíggju minuttir av seinna hálvleiki, so hevði VÍF lagt seg á odda 16-14. Neistin tóktist falla í fátt, og væl stuðlaðir av trúfastu áskoðarunum hjá sær fór VÍF-maskinan í gongd. Tá ið so Daniel Rapa góðar 12 minuttir fyri leiklok legði VÍF á odda 19-15, hildu tey flestu, at Neistin fekk mønustingin, men havnarmenninir tóku øll á bóli og svaraðu so dyggiliga aftur.
Fet fyri fet tóku teir bláu seg inn aftur á oddaliðið, og tað sást á øllum brøgdum, at tað var ikki nakað, ið heimaliðið hevði væntað, og eina løtu tóktust vestmenningarnir rættuliga bangnir fyri, at teir skuldu missa stigini og harvið eitt týðandi fet í FM-stríðnum. Men enn einaferð vóru tað teir báðir Daniel Rapa og Eli Müller, sum við ávíkavist týðandi málum og týðandi bjargingum syrgdu fyri, at bæði stigini vóru verandi í Vestmanna, og at VÍF nú bert er eitt stig frá at tryggja sær føroyameistaraheitið í manshondbólti 2005.
Komandi leygardag skal VÍF til Hoyvíkar, har teir skulu spæla móti KÍF, og tá kann meistaraheitið, sum leingi hevur ligið í Gassadali, hóast teir í VÍF ikki vilja ásanna tað. Uttan iva fara vestmenningar manssterkir til Hoyvíkar leygardagin, og tað eigur at verða ein motivatiónsfaktoruriu hjá vestmenningum, at teir í seinasta dystinum móti KÍF vóru fyri einum óvæntaðum ósigri í Vestmanna.

VÍF-Neistin 26-23 (9-11)
VÍF: Daniel Rapa 9, Sámal Joensen 7(2), Agnar Joensen 5, Sjúrður Poulsen 2, Áki G. Olsen 2, John Zachariassen 1
Neistin: Damir Oros 9(1), Blagoje Buha 6(2), Áki Mørk 3, Helgi Michelsen 2, Rani Slættanes 1, Roar Dalsgarð 1, Tróndur Kragesteen 1
Brotskøst: VÍF 3(2), Neistin 4(3)
Ùtvísingar: VÍF 2
Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen - Var rættuliga trupult at síggja linjuna í dømingini hjá teimum, men hinvegin vóru teir róligir og lótu menn sleppa at spæla hondbólt, uttan at bríkslað var allatíðina.