Seinastu vikurnar hava londini í ST samráðst um eitt forboð móti atomvápnum. Elayne Whyte Gome, sum leiddi ST samráðingarnar sigur sambært Ritzau, at tað er tann fyrsta fleirtjóða avtalan um at seta bann móti atomvápnum, sum heimurin hevur sæð í 20 ár.
Avtalan varð samtykt, hóast USA og onnur atomvaldslond boykottaðu samráðingarnar.
- Heimurin hevur bíðað eftir hesari løgfrøðiligu avtalu í 70 ár - síðani fyrstu atombumburnar vórðu sleptar í Hiroshima og Nagasaki í endanum av Øðrum Veraldarbardaga, sigur Elayne Whyte Gome sambært Ritzau.
Hóast stórveldi við atomvápnum boykotta og Nato er í móti, eru tey mong, sum hátíðarhalda søguligu avtaluna, skriva Ritzau og Reuters. Avtalan hevur elvt til drúgvar samráðingar millum londini seinastu tríggjar vikurnar.
Endaliga avtalan krevur, at eitt land, sum broytir avtaluna, ongantíð kann framleiða ella á annan hátt skaffa sær ella goyma atomvápn. Tað forbjóðar eisini allari nýtslu av ella hóttanir um atomvápn. Tað er fyrstu ferð, at ST hevur samtykt eina slíka avtalu, skrivar Ritzau.
/ritzau/Reuters