ST má klára seg við 1,8 milliardir krónur minni næsta ár. Tað er greitt eftir, at amerikanska umboðið til ST, Nikki Haley, boðaði frá skerdu fíggjarætlanini í gjár. Tað skrivar Jyllands-Posten.
Tað hevur verið eitt hjartamál hjá amerikanski forsetanum Donald Trump at rinda minni til ST, og undir forsetavalstríðnum lovaði hann fleiri ferðir, at um hann bleiv til valdur til forseta, so skuldi hann skerja játtanina til ST.
USA er tað landið, ið rindar mest til ST, men misnøgd hevur verið við, at hóast amerikanska tjóðin rindar rokningina, so er tað oftani í andstøðu í ST. Tað gjørdist aftur aktuelt í síðstu viku, tá ein stórur meiriluti í ST valdi at taka frástøðu frá amerikansku viðurkenningini av Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels.
Tá ávaraði Nikki Haley eisini um, at avgerðin kundi fáa avleiðingar fyri fíggjarætlanina hjá ST.
- USA er nógv tað størsta gevaralandið í ST. Men eg skal vera erlig við tykkum. Tá vit við gávumildi geva so nógv til ST, so er tað eisini legitimt, at vit vænta, at okkara goodwill verður viðurkent og virt, segði Nikki Haley, tá spurningurin um høvuðsstað Ísraels bleiv viðgjørdur, og legði aftrat.
- Ódugnaskapurin og ovurnýtslan hjá ST er væl kent. Vit vilja ikki longur lata gávumildið hjá amerikanska fólkið verða útnytta og uttan eftirlit.
Jyllands-Posten skrivar, at USA rindar umleið 22 prosent av samlaða fíggjarætlanini hjá ST, men ógreitt er hvussu nógv USA sparir í nýggju fíggjarætlanini.