ST: Minst 18 mótmælisfólk dripin í Myanmar í dag

Skrivstovan hjá ST fyri mannarættindi fordømir í hørðum vendingum vaksandi harðskapin móti mótmælisfólki.

Minst 18 mótmælisfólk vórðu í dag dripin í harðligum samanbrestum í Myanmar, upplýsir ST.

Skrivstovan hjá ST fyri mannarættindum fordømir í hørðum vendingum vaksandi harðskapin móti mótmælisfólkum og heitir á herin um »alt fyri eitt« at steðga við harðskapinum.

Myanmar hevur í fleiri vikur verið rakt at hópmótmælisgongum, eftir at herurin tók valdið frá stjórnarleiðaranum Aung San Suu Kyi og forsetanum Win Myint við einum kvetti 1. februar.

Kvettið, sum steðgaði framburðinum móti fólkaræði eftir næstan 50 ára hernaðarstýri, hevur fingið fleiri hundraðtúsund fólk á gøtuna kring alt landið.

Trygdardeildirnar hava farið fram við hørðum ímóti mótmælisfólki.

Nøkur av teimum deyðu vórðu rakt av skotum frá løgregluni undir mótmælum í býnum Dawei í Myanmar

Bjargingarmaðurin, Pyae Zaw Hein, sigur, at tríggir menn doyðu í skotriðum, meðan onnur 20 vórðu særd av gummikúlum.

Mótmælisfólkini krevja, at Aung San Suu Kyi verður latin leys og stjórn hennara sett aftur til valdið.

##med2##

Myndir úr størsta býnum í Myanmar, Yangon, í dag vísa, at hvussu nógv fólk – fleiri illa bløðandi – verða hjálpt burtur frá mótmælunum.

Juntaleiðarin Min Aung Hlaing, herleiðari, sigur, at myndugleikarnir hava nýtt sum minst av valdi til at handfara mótmælini.

/ritzau/Reuters

##med3##

##med4##