Stólur úr hestaskóm

Árliga jólasølan hjá Heimavirkisfelagnum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 24. og sunnudagin 25. november.

Í hesum sambandi hevur Poul Justinussen í Havn gjørt ein sermerktan stól úr 64 blanktslípaðum hestaskóm. Poul sigur, at hann hevur brúkt ein lítla viku um at gjørt stólin, sum verður seldur til hægstbjóðandi undir jólasøluni. 


Umframt stólin verða eisini aðrir lutir, sum eru gjørdir úr hestaskóm, grindaknívur og onkur sóknarongul.