Stálið til nýggja nýbygningin er bílagt

- Pláss er ikki til at smíða báðar skrokkarnar í byggihøllini í senn, men tá hin fyrri verður flotaður í juli, verður rættiliga farið undir at smíða hin seinna, sigur Dánjal Andreassen, fyrisitingarleiðari á Skála Skipasmiðju Tað gongur væl hjá Skála Skipasmiðju og pólsku handverkarunum, sum skipasmiðjan hevur at hjálpa sær, at byggja tann fyrra nýbygningin av tveimum til P/F Thor í Hósvík.

Dánjal Andreassen, fyrisitingarleiðari, sigur, at umleið 2/3 av skrokkinum til fyrsta supply-skipið nú eru komnir upp, og miðjað verður eftir, at hesin skrokkurin kann sjósetast einaferð fyrst í juli. Tá verður hann lagdur við bryggjuna og verður smíðaður liðugur, meðan hann liggur við bryggju.

- Vit hava bílagt stálið til seinna nýbygningin, sum P/F Thor skal hava, og vit vænta, at stálið kemur síðst í hesum mánaðinum.

Fyrisitingarleiðarin sigur, at pláss er ikki til at byggja báðar skrokkarnar í byggihøllini í senn, men tá hin fyrri fer út, verður rættiliga farið undir at byggja hin seinna.

- Vit fara tó undir at skera stál til hin seinna, og ætlanin er eisini at smíða onkra sektión, sum so verður klár at seta upp, tá hin fer út.

Dánjal sigur, at supply-skipini, sum skipasmiðjan nú smíðar fyri Thor, verða 55 metrar long, og hesir báðir sáttmálarnir tilsamans liggja um 150 miljónir krónur.

Nú tað stundar til páskar, fara nakrir av teimum 40 póllendingunum, sum smíða skipini á Skála, heim, og aðrir koma higar til lands.

- Menninir hava loyvi at verða eitt hálvt ár í Føroyum í senn, men vit skipa so fyri, at ikki allir fara heim í senn.

Dánjal Andreassen heldur, at tað sjálvandi kundi verið ein fyrimunur fyri byggiarbeiðið, um tað vóru somu menninir, sum smíðaðu skrokkin lidnan.

- Men tað er einki at ivast í, at teir hava gott av av sleppa úr byggiumhvørvinum og heimaftur til familjurnar.

Fyrisitingarleiðarin sigur, at allir fóru heim til Póllands á jólum.

Flestu póllendingarnir, sum arbeiða á Skála Skipasmiðju, komu higar í desember.