Venjarin hjá FC København, Ståle Solbakken, skal næsta kappingarár venja týska Bundesliga-felagið FC Köln . Tað bleiv kunngjørt í dag. Avgerðin ber í sær, at Ståle Solbakken verður ikki norskur landsliðsvenjari næsta ár, hóast hann og norska fótbóltssambandið gjørdu eina avtalu um tað í november í 2009. Nú tann avtalan er farin fyri bakka, hava fótbóltssambandið og FC Köln tingast um eina hóskandi samsýning.
Ståle Solbakken hevur verið venjari hjá FC København síðani 2006 og hevur fingið sera góð úrslit við felagnum. Frammanundan var hann venjari hjá norska felagnum Ham-Kam.










