Stáldukka, plastikdukka og glasdukka

Mynsturbrótarar

Í bókini, "Mønsterbrydere", hjá Solveig Cronstrøm-Beskov, eru børn samanborin við trý sløg av dukkum ? stáldukkur, plastikdukkur og glasdukkur. Mynsturbrótarar eru eitt nú samanbornir við stáldukkur, tí tær tola so nógv.
Vit endurgeva ein part av tí, sum ein mynsturbrótari sigur í bókini hjá Solveig:
"Skal eg samanbera meg við eina av teimum trimum dukkunum, verður talan ivaleyst um allar tríggjar ? um enn í ymiskum stigum og ymiskum tíðarskeiðum í lívinum.
Tá ið eg var stáldukkan, ræddist eg einki. Eg gjørdist kaldur og harður innaní mær sjálvum. Eg havi sæð, hoyrt og verið við til so nógv ræðuligt og ótýdligt.
Nakað seinni gjørdist eg plastikdukkan. Ein dag sá eg, at eg kundi særast, og knappliga sá eg øll míni arr ? tey, eg royndi at goyma og ongantíð vildi lata nakran síggja. Eg havi heldur ikki sjálvur viljað sæð tey.
Nú eri eg glasdukkan. Tilveran er í einum tíðarbili raplað saman um meg. Fortíðin hevur fingið fatur á mær. Við hjálp frá læknum eri eg í holt við at sópa tað knústa saman. Tað er eitt tíðarkrevjandi og trupult putlispæl at royna at savna allar lutirnar aftur. Av og á kemur sumt uppá pláss, og eg eri avgjørdur um at fáa alt í lagi aftur til seinast"