Rógving
Tá føroyingar tosa um kappróður, eru tað aloftast teir føroysku bátarnar, at tosað verður um. Sum so er einki løgið í tí, men seinnu árini hava so sanniliga eisini prógvað, at føroysk róðrarfólk eisini duga annað enn at rógva í serstaku føroysku bátunum.
Kappingin í Scilly-Oyggjunum hevur prógvað, at okkara rógvarar eisini kunnu standa seg millum tey bestu í heiminum, men tað er ikki bara her, at føroyingar hava gjørt vart við seg.
Danskir meistarar
Fyri hálvum ári síðani eydnaðist tað nevnliga fimm føroyskum gentum at vinna DM í rógving í sonevndum in-riggarum, og tríggjar av hesum hava nú ætlanir um at gera seg galdandi í flokkinum, sum verður rópt out-riggarar. Umframt tær tríggjar, sum longu hava vunnið gull - Katrin Olsen, Katrin Rubek Nielsen og Beinta Hansen ? er Sigrid Svartá nú eisini komin í bátin. Tær tríggjar fyrst nevndu vóru í fleiri ár partur a suverenu manningini á Jarnbardi, meðan Sigrid í nøkur ár hevur róð við kvinnunum á Hvessingi.
Ein av føroysku gentunum, Katrin Olsen, sigur við Sosialin, at rógving í hesum bátaflokkum er fullkomuliga øðrvísi, enn tað at rógva í førosykum bátum.
- Her er so øgiliga nógv meira talan um teknikk, tá tú rørt. Javnvágin í bátinum skal alla tíðina vera í lagi, tí báturin er sera smalur, og tolir tí ikki tað stóra, um vit hava hug at vagga frá síðu til síðu.
- In-riggarin, sum vit róðu í at byrja við, er heldur breiðari, men eisini har er stórur munur í mun til føroysku bátarnar, sigur Katrin, sum eisini sigur, at talan heldur ikki er um sama bátaflokkin, sum verður nýttur á Scilly oyggjunum.
Tungt at sleppa til kapping
Sum nevnt, so hav tríggjar av gentunum longu verið danskir meistarar, og Katrin sigur, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin, at tær skuldu rógva kapp undir onkrum umstøðum.
- Eg flutti niður um heystið í 1999, og tað var rættiliga skjótt, at vit funnu saman, og settu okkum fyri at fara at rógva. Tað er tó ikki bara sum at siga tað, um tú ætlara at rógva kapp í Danmark, sigur Katrin.
- Vit gjørdu snøgt sagt tað, at vit hugdu í telefonbókina, og har funnu vit so eitt felag, sum vit meldaðu okkum inn í. Tað gekk tó ein tíð, áðrenn vit høvdu gjørt øllum greitt, at vit eisini vildu við í kappingar. Í Danmark er stórur parturin av limunum í róðrarfeløgunum bara við fyri at motionera, men tað var ikki tað, sum vit ætlaðu.
- Tað eydnaðist okkum so at enda at sleppa við til DM fyri in-riggarar, og sum kunnugt, so gekk hetta upp á stás.
Gullið hjálpti
At føroysku genturnar vunnu gullmerki, skuldi eisini vísa seg at fáa avgerandi ávirkan á møguleikar teirra at gera seg galdandi. Eftir hetta eru tær fluttar ein bátaflokk upp, og tær hava eisini fingið ein venjara, sum í øllum smálutum roynir at seta tær inn í, hvussu ein out-riggari skal rógvast.
- Tað er eingin loyna, at vit eru sera fegnar um venjaran hjá okkum, Vagn Nielsen. Hann er ein av avgjørt bestu venjarunum í Danmark, og tá hann kortini var í felagnum hjá okkum, so hildu vit okkum til at spyrja okkum fyri. Grundað á góða úrslitið í DM játtaði hann hesum, og nú er hann við okkum einar tvær til tríggjar ferðir um vikuna.
Katrin leggur eisini afturat, at tað so avgjørt er neyðugt við venjara, um tað skal eydnast teimum at røkka langt í ítróttini.
- Sum nevnt, so hevur hetta slag av rógving sera nógv at gera við teknikkin, og hevur tú ikki ein persónligan venjara, er ringt at fara rætt fram í hesum.
- Vagn hjálpir okkum við øllum hesum, eins og hann helst eisini kemur at hjaálpa okkum til kappingar, og hetta eru vit sera fegnar um. Hann hevur verið við til alt hetta sjálvur, og veit tí akkurát, hvussu vit skulu bera okkum at í kappingunum, hvar vit skulu hita upp o.s.fr. Tað einasta, sum vit skulu hugsa um, er at rógva, og hetta er sjálvsagt ein stórur lætti hjá okkum.
Hava stór mál
Tá ein í fyrstu royndini hevur vunnið DM, er ikki annað enn náttúrligt at seta sær hægri mál, og tað hava føroysku rógvigenturnar so avgjørt eisini gjørt. At byrja við vóru tríggjar føroyskar á bátinum, men síðani er tann fjórða ? ein donsk genta ? skift út við enn ein føroying, soleiðis at talan nú er um ein rættiligan føroyskan bát.
Saman hava tær fýra sett sær sum mál at luttaka við komandi HM-kapping, sum verður í Sveis í august mánaði, umframt at tær sjálvsagt ætla at gera seg galdandi, tá DM verður á skránni í heyst.
Uppskriftin til hetta er venjing, venjing og venjing, og Katrin greiðir frá, at tær í løtuni venja upp móti 10 ferðir um vikuna. Hoon viðgongur, at hetta kann vera tungt, tá tú eisini hevur lesnaðin at hugsa um, men við eitt sindur av tilrættisleggjan, hevur tað gingið higartil, og skal málið røkkast, er nógva venjingin neyðug.
- Tað vum vit veruliga satsa uppá, er tó HM-kappingin í 2002, sigur Katrin.
- Vit eru so stutt síðani byrjaðar við hesum bátaslagnum, men vit vóna tó, at vit eisini kunnu sleppa við í ár, tí hetta fer at geva okkum eina rúgvu av royndum, sum vónandi kunnu koma okkum til góðar komandi ár.
Fáa ikki stuðul
Sum nevnt, so er talan um stór mál, sum tær fýra hava sett sær, men í hesum sambandi hevur Katrin tó at enda eitt hjartasuff. Hetta snýr seg um figgjarligu tungu byrðuna, sum tær mugu lyfta, um tað skal eydnast teimum at sleppa við til stóru kappingarnar.
- Hvussu langt vit sleppa í luttøku okkara, veldst eisini um, hvussu gongst hjá okkum í teimum kappingum, sum vit taka lut í. Vit royna eisini at sleppa á eina venjingarlegu í Fraklandi, men hetta er sjálvsagt kostnaðarmikið, og við lestri og rógving, er ikki hugsingur hjá okkum at hava nakað starv við síðuna av.
- Vit hava roynt at sett okkum í samband við ymisk føroysk virki, men tað hevur verið so eiðasørt, at nakað av hesum hevur stuðlað. Í nógvum førum hava vit ikki so mikið sum fingið eitt nei, men bara slettis einki aftursvar.
- Sjálvar halda vit í øllum førum, at hetta er sera keðiligt. Vit hava kanska ikki so nógv at bjóða stuðlunum her og nú, men vit høvdu tó vóna, at nakað av vælvild varð sýnt okkum. Sleppa vit við til stóru kappingarnar, haldi eg eisini, at hetta so avgjørt átti at verið góð reklama hjá føroyskum útflutningsfyritøkum. Tað er í øllum førum sera tungt hjá okkum, at einasti frídagurin, sum vit hava um vikuna, skal nýtast til at skriva umsóknir um stuðul ymsa staðni, sigur Katrin Olsen at enda.
Vónandi kemur eisini hetta í rættlag, soleiðis at føroysku kappróðragenturnar kunnu røkka enn longri. Higartil er tað vorðið til gull í Føroyum og Danmark, so hví ikki eisini taka enn eitt fet á leiðini?