Støkk vann tríggjar og HF tvær

Tann fyrra av steypakappingunum í estetiskum fimleiki var í gjár í Havn, har tilsamans 25 lið kappaðust í fimm aldursbólkum

Eins og undanfarin ár, eru tvær steypakappingar í estetiskum fimleiki á skránni í vetur. Tann fyrra var í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í gjár og tann seinna verður á ítróttarhøllini á Kambsdali leygardagin 15. mars.
Sum nakað nýtt og øðrvísi var hesaferð ein altjóða gestadómari við, sum var Marhya Balado úr Zaragoza í Spania, sum er búsitandi í Oslo í Norra, og dømdi hon kappingina í gjár saman við sjey føroyskum dómarum.
Tá avtornaði, vunnu Støkk og Havnar Fimleikafelag ávikavist tríggjar og tveir av teimum tilsamans fimmaldursbólkunum, har tvey lið kappaðust hjá kvinnum kvinnum, fimm hjá kvinnuunglingum, sjey hjá gentum, fimm hjá smágentum og seks hjá pinkum. Nýtt var eisini, at øll liðini høvdu serstøk nøvn og ikki felagsnøvnini, sum annars hevur verið vanligt.
Bara tvey lið frá HF vóru við í kappingini hjá kvinnum, og vann Hulda við 12,65 stigum og Herta fekk 9,95 stig. Hjá kvinnuunglingum vann HF við liðnum Alda, sum fekk 12,95 stig, Ljósið var nummar tvey við 11,11 stigum og Viljin úr Støkk nummar trý við 10,88 stigum.
Svalan úr Støkk vann hjá gentum við 13,97 stigum, Eina hjá HF var næstfremst við 13,52 stigum og Ljósið triðfremst við 13,08 stigum. Hjá smágentum vann Vípan hjá Støkk við 13,39 stigum, Nora hjá HF var nummar tvey við 13,02 stigum og Nita hjá HF við 13,01 stigum. Og hjá pinkum vann Flykran úr Støkk við 12,25 stigum, Fenja úr HF var næstfremst við 11,61 stigum og Firvaldar úr Ljósinum triðfremst við 10,21 stigum.
Sum sagt, verður seinna steypakappingin hálvan mars, og 2. og 3. mai verða so innleiðandi kappingarnar til FM í Runavík, og 10. mai verður so FM í Havn, har fýra lið úr hvørjum bólki sleppa við. Sum nakað nýtt, verða stigini úr steypakappingunum eisini tald við, tá samlaði karakterurin í føroyameistarakappingini verður gjørdur upp.