Støkk stendur sterkt

Fimleikafelagið Støkk er eitt stórt og sterkt felag, sum í ár hevur havt 650 íðkandi limir úr nærum øllum bygdum í Eysturoynni, umframt úr nøkrum bygdum í Norðurstreymoy og Norðoyggjum. – Eitt so stórt felag krevur góðar venjingarumstøður, og hesar eru í løtuni ikki á hædd við ambitiónirnar hjá felagnum, verður sagt

Hóast venjingarumstøðurnar ikki eru nøktandi, megnaði Støkk í am­boðsfimleiki at vinna eitt FM-heiti fyri einstaklingar hjá kvinnum, og tvey fyri lið hjá ávíkavist pink­um og kvinnum. Harumframt eru fleiri heiðursmerki vunnin í kapp­ingunum, sum hava verið í vetur.
– So sigast má, at vit hava nógv­ar sera dugnaligar fimleikarar og ágrýtnar venjarar í okkara felagi. Hetta dugnasemið vísir seg m.a. í kapp­ingum uttanlands, har tvær kvinnur frá Støkk umboðaðu Før­oyar í NM í Finnlandi í apríl mán­aði.
– Hóast einki heiðursmerki kom burturúr, vóru kvinnurnar væl nøgdar við úrslitið, verður sagt úr fel­agnum.
Aftur í ár hevur verið kappast í estetiskum fimleiki, og har kláraði Støkk seg væl. Smágenturnar gjørd­ust føroyameistarar, pinkur, gentur og kvinnuunglingar vunnu silvur og kvinnurnar fingu bronsu.
Fleiri heiðursmerki vórðu eisini vunnin í estetisku steypa­kapp­ingunum í vetur, so hetta hevur eis­ini verið eitt gott ár fyri estetiska fim­leikin í Støkk.

Nýggj Støkkhøll
Hetta, at tað eru so nógvir íðk­andi limir, setur stór krøv til venj­ingar­umstøðurnar, tí felagið ynskir at bjóða eitt gott og fjølbroytt til­boð til bæði breiddarfimleik og kapp­ingar­fimleik.
Arbeitt hevur leingi verið við eini ætlan um eina nýggja Støkkhøll og hetta arbeiðið heldur fram. Í nýggju høllini verða sera góðar umstøður til amboðsfimleik, estetiskan fim­leik og breiddarfimleik.
– Vónandi verður Støkkhøllin veru­leiki í nærmastu framtíð, verð­ur sagt.

Eystanstevnan
Á Eystanstevnu skipar Støkk fyri renn­ing fyri øll áhugað.
Runnið ella gingið verður 2,5 km og 5 km, og byrjað verður við ítróttar­høllina hóskvøldið kl. 19.
Støkk skipar eisini fyri karne­valinum, sum verður fríggjakvøldið. Farið verður frá Glyvra skúla kl. 19, har ítróttarfólk frá Støkk, NSÍ og Kapp­róðrarfelagnum NSÍ, í besta karne­valstíli, ganga út á stevnu­økið.