Norðurlandahúsið var um vikuskiftið karmur um Fimleikafagnaðin 2011, har fýra fimleikafeløg fingu eitt korter í part til at lýsa eitt evni við fimleikarørslum.
Undanfarin ár hava feløgini havt møguleika fyri at komið við 100 fimleikarum í part, men í ár var talið hækkað upp í 120, og var hetta sjálvandi serliga kærkomið hjá serliga størru feløgunum, ið hava nógvar virknar limir.
Vanliga er eitt evni ásett, sum øll feløgini skulu halda seg til, men hesa ferð var evnið frítt, og tí høvdu feløgini eisini púra fríar teymar í sínum fyrireikingum. Tað vísti seg eisini, at øll fýra feløgini vóru farin ymsar vegir við evnum og sera fjølbroyttum framsýning.
Evnið hjá Havnar Fimleikafelag var »Tær sjey deyðssyndirnar«, hjá Ljósinum »Snjóhvíta«, hjá Flogi »Ein dreymur« og hjá Støkk var evnið »Føroyskar sagnir«. Við so ymiskum evnum var sjálvandi torført at samanbera og taka dagar ímillum, og tí gjørdist talan um eina sera javna kapping.
Tvær framførslur vóru leygardagin og tvær í gjár, og tað var eftir ta seinnu í gjár, at úrslitið skuldi avdúkast og vinnarin heiðrast. Spenningurin var sera stórur, men tá avtornaði, var tað Støkk, ið vann Fimleikafagnaðin 2011, og sjálvsagt var frøin óføra stór, tí felagið hevði ikki vunnið síðani 2008.
– Vit eru sjálvsagt sera fegin um heiðurin. At gerast vinnari í einari slíkari kapping hevur stóran týdning fyri felagið, tí tað styrkir og er við til at betra um samanhaldið millum limirnar í felagnum, siga tey í Støkk eftir sigurin í gjár.