Fimleikur
Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn var stúgvandi full av spentum áskoðarum, sum vóru komin at síggja tær seinastu kappingarnar í estetiskum fimleiki hetta fimleikaárið, sum Føroya Fimleikasamband skipaði fyri saman við Ljósinum og Havnar Fimleikafelag. Enn einaferð gjørdust áskoðararnir heilt ovfarnir av framúrskarandi framførslunum hjá fimleikarunum. Kappingarnar vóru sera javnar, serliga millum Havnar Fimleikafelag og Støkk, sum skiftust um at enda á fyrsta og øðrum plássi.
Støkk vann gentukappingina
Kappingarnar vóru fyri pinkur, smágentur og kvinnur. Føroyameistarakappingin hjá gentunum var longu í mars, og tá struku genturnar hjá Havnar Fimleikafelag avstað við sigrinum. Í januar vóru steypakappingar hildnar í Klaksvík, og tá vann Havnar Fimleikafelag alt, sum vinnast kundi. Men nógv kann henda eftir trimum mánaðum við harðari venjing og broytingum av íðkanum, so einki var avgjørt, fyrr enn seinasta liðið var farið av gólvinum.
Liðini, sum kappaðust, vóru frá Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag. Í steðgunum vóru amboðsfimleikarar frá Ljósinum, og gentuliðini í estetiskum fimleiki hjá Havnar Fimleikafelag og Ljósinum, sum vístu síni kynstur, og hetta eydnaðist sera væl.
Kappingin hjá pinkunum var sera spennandi, tí seinast liðini hittust var sum sagt í januar, og tá vunnu pinkurnar hjá Havnar Fimleikafelag tepurt við einans 0,01 stigi, so ilt var at gita um úrslitið. Tá ið avtornaði, vóru pinkurnar hjá Støkk bestar, og vunnu føroyameistarheitið á Havnar Fimleikafelag á øðrum plássi og Ljósinum á triðja plássinum.
Størri munur var á liðunum í kappingini hjá smágentunum. Munurin millum fyrsta og triðja plássið vóru nærum heili tvey stig. Smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag vunnu kappingina, Støkk endaði á øðrum plássi og Ljósið á triðja plássinum.
Hørð kapping um gullið
Í nógv ár vóru kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag nærum einaráðandi á ovasta plássinum, men í fjør vunnu kvinnurnar hjá Støkk, og tí var tað ikki óvæntað, at kappingin gjørdist sera spennandi millum kvinnuliðini. Fyrsta liðið á gólvinum var Støkk, og tær høvdu eina framúrskarandi framførslu. Næstar á gólvinum vóru kvinnurnar frá Havnar Fimleikafelag, sum tó ikki vóru serliga hepnar. Ein fimleikari fekk nevniliga skaða í fótin undir íðkanini, og okkurt annað smákiks var eisini at síggja. Hóast hetta var teirra framførsla eisini í heimsklassa, og áskoðararnir sótu sera spentir og bíðaðu, til kvinnurnar frá Ljósinum trinu á gólvið. Teirra framførsla eydnaðist eisini væl og var fantastiska vøkur. Tá ið avtornaði megnaðu kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag tó at endurvinna sær føroyameistaraheitið og ferðasteypið, sum hevði verið hjá Støkk og vent seinasta árið. Støkk gjørdist nummar tvey og Ljósið nummar trý.
Enn er estetiski fimleikurin rættiliga nýggjur her í landinum, men hóast hetta eru fimleikararnir longu heilt ótrúliga væl við. Estetiski fimleikurin er annað og meira enn vanligi rútmiski fimleikurin, sum altíð hevur verið íðkaður. Heildarmyndin hevur alt at siga; rørslurnar eru meira flótandi, og allur kroppurin verður nýttur í allari íðkanini, sum er sergjørd til valda tónleikin. Fimleikararnir skulu eisini vísa huglagið í tónleikinum. Til tess at gera heildarmyndina fullkomna, eru fimleikararnir prýddir við smyrsli, serligari hárseting og fantastiska vøkrum fimleikadraktum, sum verða bílagdar heim út útlondum.
Við til HM
Fimleikafeløgini kring landið hava gjørt eitt megnar arbeiði til tess at fáa støðið so høgt, sum gjørligt. Tað er ikki óvanligt at fáa estetiskar venjarar til Føroyar bæði úr Russlandi og Finnlandi, og hetta hava bæði venjarar og fimleikarar fingið nógv burturúr. Harafturat hava fleiri lið verið uttanlands og kappast í altjóða kappingum í estetiskum fimleiki, og har hava tær staðið seg heilt væl.
Sum heild vóru kappingarnar leygardagin ein serstakliga vakur endi á fimleikaárinum her heima. Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag og Støkk kunnu tó ikki rættiliga slappa av enn, tí um ein lítlan mánaða fara tær til Spania, har tær fara at vera við í kappingini um heimsmeistaraskapin.