Støkk vann fimleikakappingina hjá pinkum, sum eru gentur í aldrinum 8 til 10 ár. Tað var sera tætt millum Ljósið og Havnar Fimleikafelag a, sum gjørdust ávikavist nummar tvey og nummar trý. Á fjórða plássi kom Havnar Fimleikafelag b.
Í kappingini hjá smágentum - sum eru gentur frá 10 til 12 ár - var eisini sera tætt, men har vunnu smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag a framman fyri Støkk a, sum var á øðrum plássi. Á triðja plássi kom Støkk b. Nummar fýra var Havnar Fimleikafelag b, nummar fimm var Flog og nummar seks var Ljósið.
Í kappingini verða liðini dømd eftir tí tekniska, listarliga og eftir framførslu.
Tað tekniska snýr seg um, hvussu serian lýkur krøvini í reglugerðini. Tað listarliga snýr seg um, hvussu serian er sett saman, um hon er flótandi og vøkur, og um hon estetiskt passar til aldurin hjá gentunum. Tónleikurin skal eisini passa til seriuna.
Í framførsluni verða tær dømdar eftir, hvussu liðið fylgist, um tær hava strektar armar og bein, og um tær hava strektar hendur og fingrar.
Serian skal vera millum tveir og hálvantriðja minutt. Genturnar eru altíð í sera vøkrum draktum, men vøkru búnarnir ávirka tó ikki úrslitið.
(Sí eisini myndatema á Portalinum)
TRÝSTIÐ HER FYRI AT SÍGGJA MYNDATEMA!!!