Støkk fer til Prag

Estetisk ungdómslið hjá Støkk luttaka í altjóða kapping í Prag, sum verður tann 26. Og 27. apríl

Fimleikur

 

Kvinnuunglingar 14-16 ár luttaka í World Challenge Cup II. Hesar hava vunnið gull í báðum steypakappingunum í Føroyum og hava eisini vunnið steypakappingina. Tað eru sjey fimleikarar á kvinnuunglingaliðnum.

Í World Challenge Cup II luttaka lið úr ymsum londum í heiminum sum Finland, Estland, Russland og Kanada.

 

Gentuliðið 12-14 ár er boðið av kekkiska fimleikasambandinum at luttaka í kekkisku landskappingini fyri børnum, ið verður fyriskipað samstundis sum World Challenge Cup II.

Hetta er fyrstu ferð, at Fimleikafelagið Støkk tekur stig til at fara til eina altjóða kapping í estetiskum fimleiki við so ungum fimleikarum. Í tíðindaskrivi sigur felagið, at tey meta tað vera av stórum týdningi, at fimleikararnir sleppa í altjóða kappingar móti javnaldrum, soleiðis at fimleikararnir síggja og uppliva støðið hjá sínum javnaldrum uttanlands.

Tað eru 11 fimleikarar á gentuliðinum.

Fyri at túrurin skuldi eydnast, hevur verið neyðugt at savna nógvan pening. Fimleikararnir ynskja at takka øllum stuðlunum hjá ferðalagnum. Ferðast verður í jakkum við búmerkjum hjá stuðlunum.