Støkk bjóðar til tríggjar framsýningar

Fimmti ára føðingardagurin hjá Støkk heldur fram

Fimleikafelagið Støkk fylti í novembur fimmti ár. Kappingarárið hevur verið merkt av fleiri tiltøkum hjá fimleikafelganum. Tað steðgar ikki her, tí um vikuskiftið verða ikki færri enn tríggjar fimleikaframsýningar hjá felagnum.

 

Leygarmorgunin klokkan 11 verður framsýning við børnum undir skúlaaldur. Leygardagin og sunnudagin klokkan 15 eru framsýningarnar við liðum frá 1. flokki og uppeftir. Allar sýningarnar eru í Bylgjuni í Runavík.

 

Felagið hevur fjølbroyttan fimleik at vísa fram, eitt nú foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, ung og eldri breiddarlið í rútmu og reiðskapi, tricking, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningini verða merki og ídnisprógv handað. Eisini verður skipað fyri tiltøkum rundanum framsýningarnar, boðar Støkk frá.