Støkk bestu kvinnurnar

Í løtuni er Føroyameistarakapping í fimleiki fyri lið í Hoyvíkar Høllini.

Í dag hava kvinnur og kvinnuunglingar kappast, og Støkk úr Runavík hevði bestu liðini í báðum kappingunum.

Men í kappingin hjá kvinnuunglingum var skjótt at gera av, at Støkk fór at vinna, tí tað var einasta liðið.

Kvinnurnar á liðnum eru: Annika Hansen, Linda Hansen, Birita Debes og Durita Davidsen, og tær megnaðu at vinna sær 94,4 stig.

Í kvinnukappingini var meira spenningur, tí har hevði Havnar Fimleikafelag eisini eitt lið. Tó drógu genturnar úr Eysturoynni longra stráðið, tí Fríðhild Norðgerð, Kristina Toftegaard, Anita Davidsen og Silja Højgaard vunnu sær 113,95 stig, meðan havnarkvinnurnar, Birita Dal-Christiansen, Herdis Thomsen, Andrea Appel, Katrin Wardum og Barbara Eiriksfoss vunnu sær 105,3 stig.

Tí er Støkk Føroyameistari fyri lið hjá bæði kvinnum og kvinnuunglingum.

Í løtuni kappast gentur í høllini í Hoyvík og í morgin verða tað menn og dreingir, sum fara at kappast.