Tann 23. november 1966 bleiv fimleikafelagið, Støkk, sett á stovn. Grundin til fimleikafelagið á Glyvrum bleiv annars løgd nakað áðrenn 1966. Jóhann Kjeld, sum var ein av stovnarunum av nýggja fimleikafelagnum, bleiv liðugur á Læraraskúlanum í 1964. Hann flutti til Funningsfjarðar, og samstundis fekk hann starv sum lærari í skúlanum á Glyvrum. Hetta bleiv byrjanin hjá einum av størstu fimleikafeløgum í landinum.
Prátaðu um fimleikafelag
Um somu tíð, sum Jóhann Kjeld bleiv lærari á Glyvrum, vóru fólk farin at tosa um at gera eitt fimleikafelag. Jóhann Kjeld hevði gjørt fimleik frá barnsbeini av, so hann var beinanvegin klárur at hjálpa til. Hann bleiv spurdur, um hann ikki kundi venja børnini í fimleiki, og um hann gjørdi hetta, so skuldi hann fáa ein bil afturfyri, so hann kundi koyra aftur og fram í millum Funnigsfjørð og Glyvrar.
Fimleikurin byrjaði spakuliga í árunum 1964 og 1965, men hetta bleiv gjørt uttan nakað felag. Jóhann var lærari, so tað lá væl fyri hjá honum at venja børnini. Honum dámdi hetta stak væl, men enn manglaði at fáa eitt felag, at standa aftanfyri hann og fimleikin.
Hesar ætlanir komu enn nærri, tá Kaj Åge Troest í 1966 fekk læraraprógv. Jóhann og Kaj Åge Troest kendust væl, so tá Kaj Åge flutti inn til Runavíkar, so byrjaðu hesir báðir at tosa um fimleikin og eitt fimleikafelag.
Navnið
Ætlanirnar til eitt felag vóru nú so stórar, at avgerð bleiv tikin um at seta eitt felag á stovn, so nú var bara at finna eitt navn. Jóhann, Kaj Åge og báðar konurnar settu seg so niður at gera eitt sokalla “brainstorm” um navnið, og tey komu fram á 20 nøvn, sum kundu blíva møgulig nøvn hjá nýggja fimleikafelagnum.
Ein dagin var navnið, Støkk, komið fram fyri teirra oyrum. Ein øgiligur látur stóðst av hesum navninum, men tey valdu tó at taka Støkk við í teirra brainstorm. Ta tey so høvdu savnað hesi 20 nøvnini skuldu tey finna fram til tað besta. Her valdu tey at taka eitt navn av listanum fyri og annað eftir, og hvørja ferð tey komu til navnið, Støkk, so valdu tey at halda fast um hetta.
Sjálvt um stórur látur hevur verið av navninum Støkk, so var hetta seinasta navnið, sum stóð eftir á listanum. Tann 23. november 1966 bleiv nýggja fimleikafelagið á Glyvrum so sett á stovn, og Støkk gjørdist navnið á felagnum.
Blivu betri og betri
Nú var fimleikafelagið so endiliga sett á stovn, so nú var bara at fara í gongd. Bæði Kaj Åge og Jóhann vóru lærarar, so teir kendu nógv til børnini. Størsti denturin bleiv eisini lagdur á børnini í byrjanini, men tó so, tey vaksnu gjørdu eisini fimleik.
Kappingar manglaðu tó enn, og tí bleiv avtala gjørd við Havnar Fimleikafelag um at hava ymsar kappingar. Hetta gótók Havnar Fimleikafelag, og so blivu kappingar gjørdar av og á. Her var stórur munur á liðunum, og fimleikafelagið í Havn hølvaði Støkk av tey fyrstu árini.
So líðandi bleiv Støkk tó betri, og mitt í 70’unum eydnaðist Støkk at vinna fyrstu ferð á Havnar Fimleikafelag. Eftir hetta er kappingin blivini harðari og harðari í millum Støkk og Havnar Fimleikafelag, og nú er eisini eitt nýtt fimleikafelag komið í Havn, nevniliga Ljósið.
Síðsta góða úrslitið í søguni hjá Støkk kom, tá fimleikafelagið av Glyvrum fyri fáum vikum síðani vann fimleikafagnaðin. Hetta er størsta hending í fimleikinum í Føroyum, so Støkk fekk eina ótrúliga føðingardagsgávu frá fimleikarunum. Komandi ár fær Støkk eisini eina spildurnýggja høll, so framtíðin hjá fimleikafelagnum, Støkk, sær sera ljós út.