Stákast í túninum

Harry Joensen verður 81 ár tann 29. juni, men hóast aldurin trýstir, heldur hann seg ikki aftur at fríðka um í túninum, nú tunnilin letur upp.

-Tað regnaði so illa, at vatnið skolaði uppum garðin, sigur Harry Joensen.
Tað er komin ein riva í garðin hjá honum. Harry ruddar rennurnar, og í summar ætlar hann sær at fáa garðin gjørdan umaftur.
-Eg rokni við, at eg fari at fáa fólk til at gera garðin, sigur hann.
Harry Joensen er hugagóður og raskur at arbeiða, men hann merkir væl, at kroppurin orkar ikki so væl sum fyrr.