Deyð sivilfólk í ukrainska býnum, Bucha, sum russiski herurin hevði kringsettan. Bucha liggur uttan fyri høvuðsstaðin, Kyiv. Myndin er tikin hin 8. apríl í ár, og tað er AP, sum eigur myndina.

ST kannar nú møgulig krígsbrotsverk í Ukraina

Í dag váttaði ST, at fleiri enn 1000 sivilfólk eru funnin deyð í Kyiv-regiónini.

Deyð sivilfólk í ukrainska býnum, Bucha, sum russiski herurin hevði kringsettan. Bucha liggur uttan fyri høvuðsstaðin, Kyiv. Myndin er tikin hin 8. apríl í ár, og tað er AP, sum eigur myndina.

Mannarættindaráðið hjá ST, Sameindum Tjóðum, skal kanna, um russiski herurin møguliga hevur framt krígsbrotsverk í Ukraina.

Kannast skal, um krígsbrotsverk eru framd í regiónunum, Kyiv, Tsjernihiv, Kharkiv og Sumy í endanum av februar og í mars.

Í dag váttaði ST, at fleiri enn 1000 sivilfólk eru funnin deyð í Kyiv-regiónini.

Ein russiskur hermaður hevur verið í rættinum í dag, skuldsettur fyri at hava dripið ein óvápnaðan mann í Sumy-regiónini í Ukraina.

Hesin hermaðurin er hin fyrsti, sum nú noyðist í rættin fyri møguliga at hava framt krígsbrotsverk í Ukraina.