ST kann hava eftirlit við Gaza

Fyri at sleppa undan teimum nógvu atfinningunum umhugsar ísraelska stjórnin eitt uppskot um at lata ST hjálpa Ísrael at hava eftirlit við øllum, sum fer inn og út úr Gaza-geiranum, sum Hamas hevur ræðið á.

Tað sigur ein kelda, sum hevur tætt samband við Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.

Sambært kelduni skal ST skipa fyri, at matvørur kunnu flytast til Gaza umvegis ísraelska havnarbýin Ashdod. Hinvegin skal ísraelska stjórnin framvegis tryggja, at eingi vápn ella lutir, sum kunnu brúkast til vápnaframleiðslu, sleppa inn í Gaza-geiran.

Ísraelskir fjølmiðlar siga, at eitt uppskot er at lata eina altjóða herskipadeild hava eftirlit við, hvat verður sent til Gaza-geiran sjóvegis.

Ísrael hevur verið fyri hvøssum atfinningum síðani mánamorgunin, tá ísraelskir hermenn steðgaðu einum skipafylgi, sum var á veg til Gaza-geiran. Tilburðurin kostaði níggju mannalív, og ísraelsmenn eru lagdir undir at hava brúkt óneyðugan harðskap.