Støðið á Ung í Føroyum hækkað

Tá freistin var úti 15. november vóru ikki færri enn 110 tilmeldingar komnar inn til Ung í Føroyum 2003, sum verður nú um mánaðarskiftið januar/februar, og meira enn tveir triðingar av hesum meldaðu seg til sðna eitthvørt listarligt avrik fram, antin myndlist ella á palli.
Ungdómsmentan
60 føroysk ung millum 13 og 18 ár sleppa við á Ung í Føroyum 2003, sum er ein ungdómsmentanarstevna, ið Norðurlandahúsið skipar fyri frá 31. januar til 2. februar. Tey 60 útvaldu sleppa hetta vikuskiftið at arbeiða í listaverksmiðjum leiddar av yrkislistarfólkum. Tey hava øll egin listarlig avrik at sðna fyri hinum ungu á stevnuni fyrsta kvøldið eftir at stevnan er sett. Verksmiðjur verða í myndlist, tónleiki, kór, skriving, video og dansi.
Annlis Bjarkhamar, mentamálaráðharri, ið eisini er verndari fyri UíF 2003, setur stevnuna.
Endamálið
Høvuðsendamálið hjá UíF er at varpa ljós á ungdómsmentanina í Føroyum og at skapa umstøður til tey ungu at sýna fram og menna tað listarliga virksemi, tey hava áhuga fyri. Á hendan hátt verður miðað í móti at styrkja samspælið millum egnan virkisanda og kunnleika og at fáa innlit í skapandi ungdómsmentanini, sum hon er í dag. Tí byrjar stevnan við egnum sýningum, tey ungu áseta sjálvi tema fyri verksmiðjurnar og tað er uppgávan hjá verksmiðjuleiðarunum at stuðla, heldur enn at stðra ungdómunum.
Almenn sýning
Sunnudagin 2. februar kl. 17 fær almenningurin høvi at síggja úrslitið av einum intensum vikuskiftið, har arbeitt hevur verið frá árla til síðla í hvørjum króki av Norðurlandahúsinum. Her verða bæði pallframførslur og listaframsðning við úrslitinum av tí, verksmiðjurnar hava avrikað hesar dagarnar.
Atgongumerkjasølan til hesa sýning byrjar nú í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni.