Støðið má vera høgt

Skúlastjórin á Studenta- og HF-skeiðinum á Kambsdali, Sámal í Skoruni, sigur, at innihaldið í miðnáms­skúlaút­búgvingini er týdningarmikið, men heldur kortini, at støðið á útbúgvingini hevur meira at siga

- Sjálvandi hevur tað týdning fyri einstaka næmingin, hvat hann fer í holt við, tá hann tekur eina miðnámsútbúgving í Føroyum, men eins týdningarmikið er tað, at næmingurin fer í holt við eina útbúgving, har hann fær avbjóðingar, sigur Sámal í Skoruni.
Hann leggur eina við, at tað hevur nógv at siga, at næm­ingurin hevur fingið innlit í tær einstøku lærugreinarnar. Somuleiðis er tað eisini týdn­ingarmikið, at næmingurin tekur eina útbúgving, har hann fær avbjóðingar á einum høgum støði. Eina miðnámsútbúgving, sum setur krøv.
- Tað er ikki tað ávísa í út­­búgvingini, sum hevur størsta týdningin, men heldur, at næmingurin fær lagt høvdið í blot og fær avbjóðingar fyri heilan og lærir millum annað at samstarva við onnur, greiðir skúlastjórin frá.
Føroysk løgfrøði
Tað er ein sannroynd, at flest allir føroyingar velja at útbúgva seg í Danmark. Hóast talið á lesandi føroyingum uttan fyri Norðanlond økist munandi, so fer bróðurparturin av ungu lesandi til Danmarkar. Í visjón 2015 røðuni hjá løgmanni á Ólavsøku varð millum annað nevnt, at føroyingar eiga at kunna taka fleiri hægri útbúgvingar í Føroyum. Hesum tekur skúlastjórin á Kambsdali undir við.
- Eg vildi fegin, at tað vóru so nógvar útbúgvingar í Føroyum, sum gjørligt, men vit mugu eisini vera realistisk og viðganga, at eitt nú serútbúgvingar kunnu vit ikki bjóða, heldur Sámal í Skoruni og vísir á, at kanningarstovur og gransking á sama støði sum í grannalondum okkara finst ikki í Føroyum.
Hann heldur fram, at tað er avmarkað, hvussu nógv knapt 50.000 fólk klára, men heldur kortini, at ein útbúgving sum løgfrøði átti at borið til at tikið í Føroyum.
- Hví skulu føroyingar fara til Danmarkar at taka alla løgfrøðisligu útbúgvingina, tá vit hava føroyskar lógir í Føroyum, spyr Sámal.
Sunt at fara uttanlands
- Tað er sunt at koma út um garðarnar. At síggja, at onnur eru til, og hvussu teirra samfelag og mentan er. Tískil áttu vit heldur at lagt dent á, at streymurin av ungum til Danmarkar at nema sær hægri útbúgving skal steðga, heldur Sámal í Skoruni, sum ikki dugir at síggja endamálið í, at føroyingar fara til Danmarkar at lesa til dømis enskt, týskt ella franskt. Hví ikki fara til sjálvt landið og lesa tað, spyr hann.
- Harvið fær tann lesandi óivað onkran síðuvinning eisini. Á hasum økinum hava vit verið alt ov blind, heldur rektarin.
Hann heldur tó ikki, at før­­oy­ingar tilvitað fara til Danmarkar at lesa, tí tað er siður. Tað hevur meira við tað at gera, at føroyingar eru danskir statsborgarar, kenna Danmark best og tískil er tað lættast at fara niður at nema sær útbúgving.
- Vit skulu ansa okkum, at vit ikki eru ov heimføðislig, tí tað kann vera vandamikið. Tað er sera ónøktandi fyri okkum at síggja, at vit eru 15 ár aftan fyri allatíðina, bara tí vit fylgdu so illa við, sigur Sámal í Skoruni, skúlastjóri á Studenta og HF-skeiðinum á Kambsdali.