Suðringar eru aftur í dag norðanfyri. Á dagsskrá er avbjóðing á Skála, sum hevur ellivu stig, meðan Suðringar hava tíggju stig. Uppgerðin seinnapartin er týdningarmikil, tí tað er felags fyri bæði liðini, at tað er stutt aftur til níggjunda plássið og harvið hóttanina av niðurflyting.
Tað eru tvey stig frá Suðringum og aftur til níggjunda plássið, og tað eru trý stig frá Skála og aftur til níggjunda plássið.
Næstsíðsta sunnudag tapti Skála 5-1 í Gundadali ímóti B36.
-Hetta var fyrsta stóra tapið í ár. Í øllum hinum dystunum hevur tað verið tætt. Nú hava vit fokus á Suðringum, sum er stór avbjóðing. Fyrsti hálvi tímin ímóti B36 vísti, hvørjir møguleikar eru í liðnum, men vit megnaðu ikki at vinna úrtøku. Tað skulu vit vera betri til ídag, og so skulu vit ikki lata okkum órógva so nógv av mótgongd. Burtursæð frá ímóti B36 hava vit átt eina av stinnastu verjunum av øllum, og tað vóni eg fer at síggjast aftur ídag, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.
Jan Ingason Hansen, Jákup Johansen og Haraldur R. Højgaard eru framvegis skaddir.
Tá ið Suðringar vóru á Skála áttanda apríl, vann heimaliðið 3-0. Tvey tey síðstu málini vórðu skorað síðstu løtuna, tá ið Suðringar royndu at svara aftur.
Suðringar hava spælt fýra dystir á rað uttan tap – tveir sigrar og ein javnleik í landskappingini og sigur í steypakappingini. Hóast 3-0 tap á Skála í fyrru royndini var venjarin væl nøgdur við avrikið ta ferðina:
-Leikliga avrikið á Skála var eitt tað besta higartil. Tá ið vit vunnu 3-0 í Sørvági, var spælið ikki so gott, men spælararnir vístu fínan hugburð og stríddu seg til sigurin. Um hugburður og spæl vera, sum tey eiga, so hava vit góðan møguleika á Skála, heldur Glen Ståhl.
Dánjal Godtfred er leikbannaður, Rani Johansen og Teitur Krosslá Mortensen eru skaddir, og tað er ivasamt, um Steffan Radosavljevic er førur fyri at spæla. Orsaka av skaða í fótinum var hann ikki við í 3-0 sigrinum í Sørvági.