Hitabylgjan í Europa fer at versna

Heimsveðurlagsstovnur hjá ST væntar, at hitametið í Europa verður sligið í summar

Í hesum døgum eru partar av Suðureuropa raktir av hitabylgju, og myndugleikar í Spania, Italia, Grikkalandi og Turkalandi hava sent ávaringar út um nógva hitan.

 

Heimsveðurlagsstovnurin hjá ST, WMO, roknar við, at hitin í Suðureuropa fer at økjast nógva staðni hesa vikuna. Eitt nú verður roknað við, at hitin kann koma upp í 48 stig á italsku oynni Sardinia í dag. 

 

WMO heldur, at hitabylgjan í summum støðum kann fara at halda fram inn í august mánað, og nógv lokal hitamet kunnu fara at verða sett.

 

Hitametið í Europa er 48,8 hitastig, og tað var mált á Sisilia í august 2021. Sannlíkt er, at metið verður tikið í summar, sigur WMO.

 

Eisini føroyingar ferðast har suðuri í Europa í hesum døgum. Ráðini frá myndugleikum eru, at fólk halda seg burtur frá sólini millum klokkan 11 og 18, at tey leita inn í køld rúm um neyðugt, og at tey fáa nóg mikið av vatni.