ST hevur sent hermenn til Kongo at verja sivilfólkið ímóti ágangi frá uppreistrarbólkum. Hermenninir eru úr Marokko og Uruguay, men sambært bretska blaðnum The Independent gera teir sær dælt av mattrotinum í økinum.
Blaðið hevur tosað við fleiri ungar gentur í flóttafólkaleguni Bunia. Tær greiða frá, at tær hava ov lítið til matna. Hermenninir hjá ST hava harafturímóti ovmikið, og teir lata gleðiliga genturnar fáa burturav, men prísurin er kynsligt samband.
Hjálparfelagsskapurin Atlas váttar fyri The Independent, at søgurnar hjá gentunum eru sannar. Felagsskapurin sigur, at nógvar av teimum ungu gentunum eru illa fyri frammanundan, tí fleiri teirra vórðu neyðtiknar, áðrenn tær sluppu frá uppreistrarmonnunum.
Talskvinnan hjá ST í Kongo, Dominique McAdams, sigur við The Independent, at søgurnar hjá gentunum verða kannaðar. Sjálv ivast hon ikki í, at hald er í teimum flestu, men hon leggur afturat, at tað er torført at prógva, at genturnar verða misnýttar.