ST hálvthundrað ár á baki

Vit hátíðarhalda ST-dagin við tí vón, at hesin felagsskapur fer at fáa eins stóra undirtøku í næstu øld

Í dag kann ST - Sameindu Tjóða - hátíðarhalda sín 50 ára stovningardag.


VIT eru mong, sum ynskja hesum óføra tiltaki - hesum alheims stovni og felagsskapi - tillukku.


TAÐ verður ikki her pláss til at reksa upp alt tað góða og positiva, sum hesin felagsskapurin hevur staðið á odda fyri og útint øll hesi árini. ST hevur verið við til at tryggja heimsfriðin, síðani seinna heimskríggj, hóast tað ikki er nakað dulsmál, at kríggj hevur verið gerandiskostur í mongum londum og heimspørtum. Men vit eru vís í, at hevði ST ikki verið øll hesi ár, so hevði mangt verið øðrvísi.


EISINI á so mongum øðrum økjum, humaniterum sum mentanarligum, hevur ST gingið undan. ST hevur verið og er framvegis heimsins samvitska. Hesin stovnur ger ongan mun millum fólk, hvar tey enn eru, hvørji tey eru og hvussu tey eru.


UM somu tíð sum ST verður 50 ár frætta vit, at heimsins ríkasta land, USA, framvegis skyldar felagsskapinum nógvar pengar í limagjaldi. Tað er tann høgravenda kongressin í USA, sum ikki vil gjalda. Orsøkin er ma. tann, at kongressin vil sleppa at gera av, hvussu ST skal fyrihalda sær í ávísum málum so sum abort. Tilverugrundarlag ST er nettup, at tað skal ikki bera til hjá einum landi at avgera, hvussu felagsskapurin skal arbeiða. Talan er um ein altjóða felagsskap, sum skal virka sum so.


VIT mugu bara seta okkara álit á, at amerikanski forsetin verður førur fyri at broyta verandi støðu, soleiðis at landið rindar sína skuld og heldur sínar skyldur mótvegis ST og harvið øllum umheiminum. Tað er tí eisini væl skiljandi, tá aðalskrivarin í ST nú undan 50 ára haldinum, átalar USA fyri ikki at vilja gjalda sína skuld. Slíkt skapar ikki virðing fyri heimsins ríkasta landi. Tað er vón okkara, at amerikanarar til valini í november fara at velja ein demokratiskan meiriluta inn aftur í kongressina, tí verandi høgrameiriluti er ikki bert ein trupulleiki fyri tað demokratiska USA, hann er í veruleikanum ein hóttan móti heimsfriðinum.


LATIÐ okkum verja og hjúkla um ST og stuðla undir tess virksemi, soleiðis at hesin felagsskapur kann virka fult og heilt í eini fimti ár aftrat.