Høvuðsorsøkin til góðu búskapargongdina kemst fyrst og fremst av broyttu fortreytunum fyri tilfeingisvinnurnar, har tað serliga er økti fiskaprísurin, sum er viðvirkandi til jaliga rákið.
Nominelli vøksturin í 2006 fer sambært búskaparmetingini at liggja um seks prosent. Hetta treytað av, at vit kunnu rokna við vanligum prísvøkstri á tvey prosent.
Upplyftandi faktorarnir
Undanfarnu árini hava tað í høvuðsheitum verið vinnur, ið eru tengdar at framleiðslu til heimamarknaðin, sum saman við tí almenna hava togað búskapartølini upp eftir. Alivinnan, harafturímóti, var beinleiðis tyngjandi fyri bruttotjóðarúrtøkuna.
Hetta sær nú út til at broytast, og mett verður at tilfeingisvinnurnar og fiskavirking fara at koma fyri seg.
Á heysti í fjør fingu vit økta kapping húsarhalds- og vinnumarknaðinum, og hetta hevur positiva ávirkan á búskaparmetingina, tí ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at sethúsabyggingin og vinnuligu íløgurnar vaksa. Tað sama kann sigast um almennu íløgurnar. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at hjá tí almenna verður talan ein samlaðan vøkstur, hóast vøksturin í lønarútgjaldingum er minni enn undanfarnu árini.
Dýra oljan og aðrir hinkusteinar
Hóast búskaparmetingin sær bjørt út, so eru tað ávísir faktorar, sum spæla inn og gera sítt til, at samlaða metingin ikki er betri enn tað sama. Har verður fyrst og fremst hugsað um serstakliga høga oljuprísin. Vinnan merkir høga oljuprísin sera væl, serliga fiskiveiðan og flutningsvinnan, meðan vanliga húsarhaldið eisini er merkt av honum.
So hart raka høgu oljuprísirnir, at fleiri reiðarar hava verið frammi og sagt, at teir møguliga vera noyddir at leggja skip, um oljan framhaldandi dýrkar og fiskaprísirnir fara at fella. Og okkurt er, sum bendir á, at oljuprísirnir ikki dala beinanvegin. Sambært metingini hjá Landsbankanum, so eru prísirnir helst hægri enn vit kunnu rokna við, at teir vera í longdini, men at teir helst fara at hækka nakað aftrat, áðrenn vend kemur í.
Aðrir hinkusteinar, sum gera sítt til, at góða búskapargongdin ikki er betri enn tað sama. Eitt av sjónarmiðunum, sum hava verið førd fram, er, at tað ikki er frí kapping millum byggivirki úr ymsu landspørtunum ella kommununum. Og í byggivinnuni hevur eftirspurningurin verið sera stórur seinastu tíðina. Hetta ger, at framleiðsluprísurin fer upp, men tað er ikki bara gott. Tí fiskavirking, sum hevur verið merkt av lítlum kappingarføri mótvegis arbeiðsmegi og ráfiski, hevur ikki henda møguleika, og ein hækkandi føroysk kostnaðarlega er tí hóttandi fyri hesa vinnuna.
Eitt annað, sum eisini rakar fiskivirkinging á landi hart, er, at fiski- og alivinnan ikki rinda tilfeingisgjald, og at sjómenn og føroyskir handverkarar, sum arbeiða í til dømis Danmark ella Noreg, rinda minni skatt enn onnur. Hetta tí, at aðrar vinnur av tí sama eru minni førar fyri at kappast um arbeiðsmegina og um kapitalin.
Aftrat øllum hesum kemur so listin við teimum vaksandi uppgávunum við longri livialdri og vaksandi tali av gomlum, sum tað almenna skal taka sær av.
Framgongd hóast landskallahall
Samumtikið vísir búskaparmetingin fyri 2006 ein vøkstur upp á seks prosent, hetta hóast, at landskassin hevur hall. Í hesum sambandi segði landsbankastjórin, Sigurð Poulsen, í Útvarpinum mikukvøldið, at tað ikki kann metast at vera serliga gott at hava hall í landskassanum, tá tíðirnar eru so góðar sum í løtuni.