Stígur í samráðingum

TíÐindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum

Semingsfólk eru boðsend at royna seming millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið, og eitt møguligt verkfall er útsett til 27. mars 2004. Stígur er komin í sáttmálasamráðingarnar, sum Fíggjarmálaráðið hevur við Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Í báðum samráðingunum, sum verða førdar í hvør sínum spori, standast trupul-leikar av at semjast um sáttmálaviðurskifti kring nýggju Suðuroyarferjuna hjá Strandfaraskipum Landsins.
Eftir at rættilig ferð var komin á sáttmálasamráðingarnar millum fleiri fakfeløg og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, og meira enn helmingurin av sáttmálunum eru undir-skrivaðir, er nú stígur komin í tvær av samráðingun-um.
Talan er um tvær ymiskar tingingar, sum í langa tíð hava verið við Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Samráðingarnar við skipar-ar og navigatørar byrjaðu í november í fjør, meðan fyrsti samráðingarfundurin við maskinmeistararnar var 26. september 2003. Sáttmálarnir við hesi feløg gingu út 1. oktober 2003.
Hóast tingingarnar verða førdar í hvør sínum spori, er stillstøða komin í orsakað av viðurskiftum, sum hava samband við komandi Suðuroyarferjuna hjá Strandfaraskipum Landsins.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur sett fram sjónarmiðið um, at ein ávís vaktarskipan skal verða galdandi umborð. Hesum kravi sær Fíggjarmálaráðið seg ikki føra fyri at eftirlíka, tí tað ber í sær, at ferðaætlanin fyri nýggju ferjuna gerst sera óliðilig og skapar trupulleikar hjá Strandfaraskipum Landsins og ikki minst teimum ferðandi.
Maskinmeistarafelagið hevur alment boðað frá støðu sínari, sum er, at fe-lagið ikki vil hava samráðingar um Suðuroyarferjuna at vera partur av samráðingunum, sum byrjaðu í september. Fíggjarmálaráðið kann ikki góðtaka hesa støðuna hjá maskinmeistarunum. Neyðugt er at hava sáttmálaviðurskiftini fyri nýggja skipið avgreidd í góðari tíð, soleiðis at einki er í vegin fyri, at skipið kann setast í sigling so skjótt, tað ber til. Skipið verður latið eigarunum í heyst.
Tingingarnar við Maskinmeistarafelagið hava seinastu tíðina staðið so mikið stillar, at partarnir í semju hava sent boð eftir semingsfólkunum Alfred Petersen og Jógvan Amonsson. Semingsmenninir hava útsett eitt møguligt verkfall til 27. mars. Enn er ógreitt, nær semingsmenninir fara at royna at finna eina semju millum partarnar.
Í tingingunum við Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur ikki verið neyðugt at senda boð eftir semingsfólkum enn.
Lønardeilin hjá Fíggjarmálaráðnum hjálpir fegin við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Fíggjarmálaráðið hevur telefon 35 22 00.