Dansur
Hósvíkingar hava gjørt sær til fastan tátt at hava dansinátt við føroyskum dansi í Bygdarhúsinum fyrsta ella annað vikuskifti eftir tjúgunda. Í ár verður dansað komandi leygarkvøld.
Hetta at koma saman til dansinátt hevur fingið rættiliga góða undirtøku, og meta fyrireikararnir, at eini 200-300 fólk plaga at vera í dansi hvørja ferð, tiltakið hevur verið.
Fólk koma úr øllum landinum at kalla, tá soleiðis er. Bæði fólk, sum vanliga dansa, eitt nú í dansifeløgum. Men eisini einstaklingar, sum bara hava hug at fara upp á gólv soleiðis av og á, hittast eitt sovorðið kvøld.
Tað verður havt ymiskt á gólvi eina slíka nátt, og sum vera man er kapping um at sleppa framat.
Tó hevur onkuntíð verið fýlst á, at ikki øll tykjast duga at skyna á umstøðurnar. Hava »situatiónsfornemilsi«, sum tað eitur á fremmandum máli. Tí ikki er ókent, at tá onkur byrjar kvæði ella tátt, sum fer væl yvir 100 ørindi, eru ikki so fá, sum hava hug at halda, at tað tekur ov langa tíð, og so aftur ger, at fleiri ikki duga ella tíma at vera uppi í alla tíðina. Tí er ikki óvnaligt at hoyra í slíkum førum, at fólk heldur áttu at tikið styttri kvæði ella vísur, sum øll ella flestu duga, og soleiðis eisini latið fleiri sloppið at skipa.
Dansináttin í Bygdarhúsinum í Hósvík kostar 50,- krónur fyri hvønn. Íroknað atgongumerkjaprísin er eisini okkurt til matna út á náttina, sigur Bygdarfelagið Varðin í tíðindaskrivi.