Trygdarráðið hjá ST samtykti í dag at gevast við eftirlitsarbeiðinum í Sýrialandi, men at virksemið á ST-skrivstovuni í høvuðsstaðnum Damaskus skal halda fram.
Sambært franska ST-sendiharranum, Gerard Araud, gevast eftirlitsmenninir við arbeiði sínum sunnudagin.
Trygdarráðið samtykti fyrr í ár at senda 300 eftirlitsmenn til Sýrialands at tryggja eina vápnahvíld, sum partarnir samdust um, men sum ongantíð bleiv vird. Nú hevur ST 100 eftirlitsmenn og 72 sivil starvsfólk í Sýrialandi. Eftirlitsmenninir og tey flestu starvsfólkini fara haðani í næstu viku, og so verða bara millum 20 og 30 starvsfólk eftir á skrivstovuni í Damaskus.










