St. Gallen sent úr kappingini

Tá B68 fyrr í summar var við í Intertoto Cup kappingini, var mótstøðan í fyrsta umfarinum alt ov stór. Sveisiska St. Gallen vann samanlagt 11?1, og harvið nýttist B68 ikki at hugsa meiri um altjóða fótbólt í hesum umfarinum.
Men St. Gallen er einki stórlið í Europa. Tað hevur verið staðfest tvey tey seinastu vikuskiftini. Næstsíðsta leygardag tapti sveisiska liðið 1?0 á útivølli ímóti hollendska Willem II, og í vikuskiftinum megnaðu teir bara málleysan javnleik, tá hollendska liðið spældi í St. Gallen. Harvið var altjóða luttøkan hjá St. Gallen av a hesum sinni.
Hollendska liðið skal komandi tvey vikuskiftini spæla ímóti einum liði úr Russlandi. Tað eitur FC Krylya Sovetov Samara.