Talið av menniskjum, ið eru rakt av hungri, kom upp á 828 milliónir í 2021. Talan er um ein vøkstur á 46 milliónir síðan 2020 og 150 milliónir síðan koronufarsóttina. Hetta sigur ST í einari frágreiðing, ið gevur fesk prógv um, at heimurin flytir seg frá málinum um at gera enda á hungursneyð og føðslutroti í 2030.
Tølini mála eina ljóta mynd –
- 828 milliónir vórðu rakt av hungri í 2021 – 46 milliónir fleiri enn árið fyri og 150 milliónir fleiri samanborið við 2019. - Eftir at tølini hava verið mest sum óbroytt síðani 2015, hækkaðu tey munandi í 2020 og fevndu í fjør um 9,8% av heimsins borgarum.
- Umleið 2,3 milliardir menniskju í heiminum (29,3%) høvdu eina trupla ella sera trupla atgongd til mat í 2021 – 350 milliónir fleiri enn áðrenn koronufarsóttina. Næstan 924 milliónir menniskju (11,7% av heimsins íbúgvum) høvdu eina sera trupla atgongd til føði. Talan er um ein vøkstur á 207 milliónir menniskju eftir tveimum árum.
- Munurin á kvinnum og monnum, sum hava trupla atgongd til føði, vaks við einum prosenti frá 2020 til 2021 – 31,9 % vóru kvinnur og 27,6% vóru menn
Um vit hyggja frameftir siga metingarnar, at nærum 670 milliónir menniskju (8% av heimsins íbúgvum) fara at liva í hungri í 2030 – eisini um ein alheims fíggjarlig ábót verður framd.
Hetta er líkt talinum frá 2015, tá heimsins lond gjøgnum ST settu sær ta mál, endi skuldi gerast á hungri, vánaligari føðsluatgongd og føðslutroti í 2030.