Mannarættindaráðið hjá ST samtykti í dag at kanna, um og hvussu tann ísraelski búsetingarpolitikkurin ger seg inn á rættindini hjá tí palestinska fólkinum. 36 lond atkvøddu fyri at gera kanningina, og 10 lond atkvøddu ikki. Bara USA atkvøddi ímóti.
Pakistanska umboðið, sum legði uppskotið um kanningina fram, fanst í framløguni at Ísrael, tí at landið heldur fram við at byggja í hersettum økjum. Sambært framløgumanninum er ísraelska framferðin í stríð við altjóða mannarættindini.
Umframt sjálva kanningina vil mannarættindaráðið hava ísraelsku myndugleikarnar at taka vápnini fyri niðursetufólki fyri at forða harðskapi.
USA atkvøddi ímóti uppskotinum. Amerikanska umboðið segði, at ein tílík kanning er ikki til frama fyri rættvísi og varandi frið.










