Manshondbóltur
Hóast talan á pappírinum ikki var um tey bæði fremstu liðini í løtuni, so er einki at ivast í, at spenningurin var sera stórur undan dystinum millum KÍF, og StÍF í Hoyvíkarhøllini.
KÍF hevur havt góðan byrð seinastu dystirnar, har talan hevur verið um sigrar á Tjaldur og VÍF, og tað var eisini sjónligt á áskoðarafjøldini, at her var talan um tvey lið, sum í løtuni hava viðrák. Longu væl undan dystarbyrjan bar illa til at finna sær sitipláss í Hoyvíkiarhøllini, , so tey, sum komu rættstundis til dystin, máttu bara finna sær eitt standipláss.
KÍF hevði takið
Og heimaáskoðararnir tóktust als ikki hava nakra orsøk at vera ónøgdir um lið teirra fyrstu minuttirnar. Meðan StÍF tóktist hava sera tungt við at koma ígongd, byrjaðu kollfirðingarnir frá fyrsta bríksli at bomba bóltarnar móti StÍF málinum, og tó at Marian Cirloganescu ofta er maður fyri at taka tað ómøguliga, so var tað ikki bara at siga tað, tá hjálpin frá verjuni var millum lítil og eingin.
Spakuliga komu strandingarnir tó á rætta lagið. Verjuparturin riggaði kanska ikki so væl, sum hann onkun tíð áður hevur gjørt, so skjótálopini vóru ikki so nógv í tali. Hinvegin hevur StÍF eisini aðrar streingir enn kviku kontra?ini at spæla uppá. Bóltførleikin hjá einstøku leikarunum er í nógvum førum somikið góður, at teir upp á fá sekund megna at spæla mótstøðuverjuna tunna, og tað var fyrst og fremst hesin eginleikin, sum fekk teir inn aftur í dystin seinasta partin av fyrra hálvleiki. Aftur hesum, so hevur StÍF eisini eitt ógvuliga breitt lið, har hóttaninar móti mótstøðuliðnum koma úr øllum ættum. Sveinur Justinussen man vera ein hin bjartasta stjørnan á føroyska hondbóltshimmalinum, og tá Artur, Alexandur, Costin og allir hinir so verað lagdir afturat, so er tað greitt, at hetta er ikki eitt lið, sum tú steðgar við einføldum metodum.
Tá var annars leingi líkt til, at KÍF ? og serliga Damir Oros ? høvdu takið á mótstøðuni. Eftir stóra rykkið fyrstu løtuna slapp StÍF nakað upp í part, men tað var næstan alla tíðina so, at eini tvey-trý mál vóru á muni. Heldur ikki tóktist tað hjálpa, at KÍF eina løtu varð rakt av eini dupultútvísing, men beint fyri steðgin fingu teir kortini togað seg uppaftur, soleiðis at munurin bert var hitt eina málið í steðginum.
Tann lítli munurin
Mest sum alt fyri eitt eftir steðgin fingu áskoðararnir varhugan av, at her fór talan at gerast um 30 sera spennandi minuttir. Framvegis hevði Damir Oros sera gott sikti á kanónini, men hesaferð tóktust strandingar ikki ætla, at kollfirðingarnir skuldu sleppa undan teimum.
Eitt skifti var kanska líkt til, at strandingar veruliga skuldu missa takið. Leikferðin fór niður, og samstundis vóru nakrar tekniskar villu ar hóma, men kollfirðingarnir megnaðu tó ikki at gera sær dælt av hesum.
Og so hendi tað móti endanum, sum tað so ofta ger, tá oddalið spæla móti lægri støddum liðum. Tann lítli munurin millum toppin og so hini kom til sjóndar, tá StÍF seinastu tíggju minuttirnar sveiggjaði seg upp, soleiðise at teir fingu marginalararnar yvir á sína síðu. Eina lítla løtu høvdu teir hug at leggja mansverju yvir á Damir Oros, og eftir øllum at døma var hetta nóg mikið til í øllum førum at órógva spælið hjá KÍF. Marian tók sær nú av tí mesta, sum kollfirðingarnir tveittu eftir honum, og so kundi vandamikla kontraspælið koyra sína vanligu gongd. Tað gjørdi tað eisini somikið effektivt, at munurin seinastu fimm minuttirnar gjørdist fýra mál, sum soleiðis tryggjaðu StÍF sigurin í einum sera spennandi dysti.
Árið er langt
Sigurin ber við sær, at strandingar framvegis eru við í avgjørda oddinum. VÍF hevur eins nógv stig sum strandingar, men vestmenningarnir hava leikt ein dyst fleiri, og tí gevur hetta í øllum førum á pappírinum eina betri støðu hjá strandingunum.
Hartil skal sigast,a tað higartil hevur sýnst, sum um strandingarnir veruliga meina tað í álvara í ár. Avrikini higartil hava verið nógv meira støðug, enn tey vanliga eru hjá liðnum, og tó at VÍF nú tykist koma í snúningar, so skal helst rættiliga nógv til, áðrenn strandingar fara niður at liggja.
Kollfirðingar megnaðu ikki hesa ferð at lyfta seg heilt nær oddinum, men teir fingu enn einaferð sýnt, at har eru veruliga knotur í liðnum. Tað kann væl vera, at teir longu nú hava mist ov nógv til at gera seg galdandi í grundspælinum, men fáa teir fínpussað spælið eitt sindur meira til endaspælið, so er ikki óhugsandi, at teir fara at gera enn meira um seg til ta tíð, enn teir longu hava gjørt.
Dysturin í tølum
KÍF-StÍF 26-30 (15-14(
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 13(2), Vagnur Johannesen 3(1), Mirko Milinkvic 2, Eddie H. Joensen 2, Rógvi Weihe 2, Petur Martin Poulsen 2, Hallur Hansen 1, Kristjan Madsen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Alexandur Johansen 6, Kristjan Petursson 5, Artur Johansen 5(2), Bent Djurhuus 3, Costin Dumitrescu 3(1)
Brotskøst: KÍF 3, StÍF 5
Útvísingar: KÍF 6, StÍF 4
Diskvalifikatión: StÍF 1(3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum. Hóast talan til tíðir var um ein ferðmiklan dyst, so høvdu dómararnir alla tíðina gott tak á, eins og teir ómakaðu sær nógv at hava samband við leikararnar.