StÍF vann stórsigur

Søljan varð send vestur til Vágar við einum ordans sekki í dag

Hondbóltur

Tað varð mett sum ein av veruliga styrkisroyndunum í niðurflytingardystinum, tá Søljan í dag vitjaði á Skála.
Talan var kanska eisini um styrkisroynd, men so má sigast, at StÍF stóð hesa væl og virðiliga.
Frá byrjan setti heimalliðið seg á dystin, og við trygga sigrinum hava tær i øllum førum skapt sær sjálvum eitt gott útgangsstøði, nú niðurflytingarvandin er heilt sjónligur hjá teimum fýra liðunum, sum dystast í niðara bólkinum.
Fyri StÍF skutu Rebekka Justinussen og Paula B. Jacobsen 6 mál hvør. Louisa Niclassen, Arnleyg Haraldsen og Fía Selma Nielsen skutu 3 mál í part fyri Søljuna.

Fakta um dystin
StÍF-Søljan 28-18 (14-7)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 6(2), Paula B. Jacobsen 6(2), Guðrun Ólavsdóttir 5, Malan Petersen 4, Ninna K. Johansen 4, Poula D. Olsen 3
Søljan: Louisa Niclassen 3, Arnleyg Haraldsen 3(1), Fía Selma Nielsen 3, Jana Jacobsen 2, Hertha Simonsen 2, Heidi Maria Akselsen 2, Irdi Mikkelsen 2, Sólja Jóanisdóttir 1
Brotskøst: StÍF 5, Søljan 1
Útvísingar: Søljan 4
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen.