StÍF vann seg leyst

VÍF-StÍF 23-29 (11-14)

Hóast VÍF byrjaði dystin betri, so var tað StÍF, sum dróg longra stráðið. Upp á 13 minuttir miðskeiðis í fyrra hálvleiki broyttu tær 6-3 til 7-12, og tað var ein munur, sum VÍF ongan tíð vann aftur.

Serliga hevði heimaliðið trupulleikar í verjupartinum, og tí sluppu skjúttarnir hjá gestunum ofta væl fram til síni skot. Og sum skilligt er, so var fagnaðurin hjá gestunum eisini stórur, tá tær við sigrinum høvdu staðfest sína tilveru í Sunset-kappingini. Enn kann VÍF røkka málinum um ikki at flyta niður, men nú skal vilja betur enn væl til, um so skal verða.

Besti málskjúttin hjá VÍF var Liljan Djurhuus, sum skeyt 7 mál. Tað sama gjørdi Ninna K. Johansen fyri StÍF.