StÌF vann á oddaliðnum

Ein dystur í Atlantic Airways deildini millum StÍF og KÍF var spældur í høllini á Skála í kvøld.

 

StÌF vann dystin 26-24. Støðan í hálvleikinum var 15-10 til StÍF. Í tveimum førum javnaði KÍF í seinna hálvleiki, men StÍF vann seg upp aftur ímóti dystarenda, og koppaði oddaliðnum. Stórur spenningur er nú millum fimm tey fremstu liðini í Atlantic Airways deildini, har bert fimm stig skilja tey fimm fremstu liðini í deildini, og er alt opið í stríðnum um tey bæði finaluplássini.

 

Toppskjúttar hjá StÍF vóru Marius Joensen við átta málum, og Pætur Joensen við sjey málum. Hans Eli Sigurbjørnson skeyt átta mál fyri KÍF, og Gert Hansen skeyt fýra mál fyri KÍF.

 

Støðan í Atlantic Airways deildini :

 

1. KÍF 11 dystir 17 stig

2. VÍF 11 dystir 15 stig

3. H71 11 dystir 14 stig

4. StÍF 12 dystir 13 stig

5. Kyndil 11 dystir 12 stig

6. Neistin 11 dystir 7 stig

7. Team Klaksvík 11 dystir 0 stig