Hondbóltur: Tjaldur kom betur frá byrjan, men so kom stígur í og StÍF slapp av vísa veruliga munin á liðunum og vann 34-16-stórsigur eftir hálvleiksstøðuna 19-8.
Pætur Albinus
Í Runavík vendir hondbóltslívið á høvdinum í mun til seinastu árini, tá ið Tjaldur av álvara myndaði oddan í føroyskum kvinnuhondbólti. Nú liggja tær aftastar og mugu stríðast fyri hvørt einasta mál. Leygardagin vitjaði StÍF, sum liggur triðaftast. StÍF vann stórt 34-16 eftir hálvleiksstøðuna 19-8.
Tjaldur byrjaði væl
Fyrstu løtuna hevði Tjaldur annars gott flog og legði seg skjótt á odda 4-2. Tær vóru eisini á odda 5-4, men so kom av álvara stígur í og StÍF fekk 11 mál á rað. Tjaldur líður undir at snúningspunktið á liðnum, Adina Petrea, er skadd, og høvdu tær í dystinum sum heild trupult við at spæla seg ígjøgnum StÍF-verjuna. Serliga í seinnu helvt av fyrra hálvleiki skolaðu málini inn í Tjaldurs-málið. Tjaldur má bara ásanna, at trý mál upp á 20 minuttir ikki er nokk, tá ið tú spælir í bestu deildini.
StÍF slapp til hálvleiks við tryggari 19-8-leiðslu.
Sama gongdin
Í seinna hálvleiki minti gongdin nógv um ta í fyrra hálvleiki. StÍF hevði lættari við at seta mál á talvuna, men hesumeðin hálvleik vísti Tjaldur meiri áhaldni, stríddist betur og skeyt eisini nøkur góð mál. Eisini Katrin Jacobsen í málinum hevði nakrar góðar bjargingar.
Munurin millum liðini var tó ov stórur, og í einum saman um tikið heldur linligum dysti, leikti StÍF seg lætt til ein stórsigur 34-16.
Tjaldur liggur framvegis fullkomiliga einsamalt á aftasta plássi við einum stigi, meðan StÍF nú hevur átta stig og nærkast hinum liðunum. Næsta lið teimum er Kyndil við 11 stigum.
Tjaldur – StÍF 16-34 (8-19)
Tjaldur: Heidi Sevdal (6) Sófríða Pattinson (4) Barbara Nygaard (3) Ranvá Jacobsen (2)
Útvísingar: 3x2min.
StÍF: Birna Tummasardóttir (12) Fríðrún Danielsen (6) Oddrún Danielsen (5) Rebekka Justinussen (5) Irena Dam (2) Ásgerð Káradóttir (2) Mariann Petersen (1) Lilja Gregersen (1)
Útvísingar: 2x2min.
albinus@sosialurin.fo










