StÍF vann í Havn

Tað var mest sum allan vegin greitt, at StÍF hevði stinnara liðið í Ítróttarhøllini í Hálsi í dag.

Longu í steðginum høvdu gestirnir togað seg seks mál framum, og tá StÍF so eisini økti fyrstu løtuna eftir steðgin, gjørdist tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða.

Fyri Kyndil skeyt Hans Áki Dal-Christiansen seks mál. Kristna Preda og Gabriel Stanciv skutu átta mál hvør fyri StÍF.

Kyndil-StÍF 25-32 (11-17)