Tjaldur líður undir at snúningspunktið á liðnum, Adina Petrea, er skadd, og í dag máttu tær enn einaferð lúta stórt. Hesaferð ímóti StÍF, sum liggur eitt pláss frammanfyri Tjaldur, nevniliga næstaftast.
Heimaliðið Tjaldur byrjaði annars betur og var á odda 4-2 og 5-4, men so kom av álvara stígur í og StÍF skeyt 11 mál á rað. Hetta avgjørdi í grundini dystin, sum StÍF vann trygt 34-16 eftir hálvleiksstøðuna 19-8.
Tjaldur liggur framvegis fullkomiliga einsamalt á aftasta plássi við einum stigi, meðan StÍF nú hevur átta stig og nærkast hinum liðunum. Næsta lið teimum er Kyndil við 11 stigum.
Í morgin eru tveir dystir í SunSet-kappingini á skránni. Kyndil tekur ímóti Stjørnuni, meðan Neistin skal til Vágs at møta VB.
Eingir dystir eru í Atlantic Airways-kappingini hetta vikuskiftið vegna luttøkuna hjá U23-landsliðnum, sum er í Serbia í sambandi við finaluna í Challenge Trophy.