Tað var ein fegin Jónleif Sólsker, sum vit tosaðu við í telefonini í gjár og orsøkin til, at hann var so fegin vóru tíðindini um, at Hannis Wardum hevur avgjørt, at leika við liðnum sum Jónleif venur, StÍF, næsta kappingarár.
? Ja, eg eri ótrúliga fegin um at Hannis kemur at leika við okkum, sigur Jónleif.
? Hannis er ein ógvuliga sterkur og royndur leikari, sum kemur at geva okkara liðið eina enn størri breidd.
Í fjør vóru tað Elias Hansen og Marius Joensen, sum leiktu á høgra bakki, men tað er ikki vist, at teir báðir verða við aftur í ár, og tí er Jónleif eyka fegin um tíðindini.
Umframt heimligu kappingina skulu strandingar eisini út í Europa at leika komandi ár, og tað krevur meira av liðnum enn heimliga kappingin ger einsamøll, og hetta er strandavenjarin greiður yvir.
Kappingin móti VÍF
Tey, sum hava fylgt við í hondbóltsprátinum, hava hoyrt, at Ingi Olsen aftur fer at leika við VÍF í vetur, og tað merkir, at vestmenningar verða sera væl fyri.
Men við tilgongdini úr havnarfelagnum hevur StÍF nú búgvið seg til rættiligt stríð um, hvar meistaraheitið skal enda komandi kappingarár.
Jónleif Sólsker er samdur í hesi áskoðan.
? Tað at Ingi er komin aftur til VÍF ger, at vit mugu rokna við at teir fara at liggja heilt frammi í oddinum. Men við tað, at vit hava fingið Hannis í okkara part, so eru vit eisini ógvuliga væl brynjaðir til komandi ár.
Nær byrjar venjingin til Evropakappingina og til næsta kappingarár?
? Tann skipaða venjingin byrjar um vestanstevnutíð. Vit skulu spæla Evropa Cup seinast í august, og tí er neyðugt, at menn leggja doyðin í venjingina, sigur Jónleif Sólsker
Málslúkari
Og tað er einki minni enn ein málslúkari, sum StÍF hevur fingið klørnar í.
Hannis er sum áður nevnt sera sterkur og skjýtur ofta nógv mál.
Í seinasta dystinum í fjør, sum jú var millum StÍF og Kyndil í høllini á Skála, var Hannis ein sannur málslúkari.
Kyndil tapti við 31-27, og av teimum 27 málunum, sum havnarfelagið fekk, gjørdi Hannis ikki færri enn 12.
So verður bara eftir at bíða og síggja, hvussu leikur fer, tá kappingin byrjar aftur. Kappingin seinasta ár var tann mest spennandi nakrantíð, og tí hyggja fólk við spenningi eftir tí, sum fer fram millum feløgini í ár.
Vegna plásstrot slapp henda greinin ikki við í blaðið í gjár í sambandi við, at Hannis Wardum skiftir frá Kyndli til StÍF.