StÍF-VÍF 19-39 (SMS): Hoyr dystarendan og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr norska spælaran hjá VÍF, Lise Marie Evensen og Alexandur Johansen, venjara hjá StÍF seta orð á stórsigurin hjá VÍF

##med2##

Vestmannakvinnur høvdu eitt sindur av trupuleikum fyrstu løtuna av dystinum móti StÍF á Skála í kvøld, men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin byrjaði VÍF at draga frá strandakvinnum, og munurin vaks bara sum dysturin leið. Í steðginum var VÍF á odda 21-14. 

Í seinna hálvleiki stongdi Fríða Petersen málið hjá VÍF, og skoraði StÍF bara fimm mál í seinna hálvleiki. Endin var, at VÍF vann dystin við 20 málum.

StÍF-VÍF 19-39 (14-21)

StÍF: Erla J. Petersen 5, Ingibjørg Kass 4, Yuika Koromoto 3, Judit Johansen 3, Karina B. Høgnesen 2, Jonna P. Olsen 1 og Kristina B. Mikkelsen 1.

VÍF: Lise Marie Evensen 6, Liljan Müller 6, Agnas Olsen 6, Heidi Maria Akselsen 6, Randi Virgarsdóttir 5, Ró Nielsen 4, Durita C. Jojic 3, Ingibjørg Olsen 2 og Lív Ingdórsdóttir 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum. Sjúrður staðfesti, at Fríða Petersen í VÍF-málinum var besti leikarin á vøllinum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við norska leikaran, Lise Marie Evensen sum skoraði seks mál fyri VÍF í kvøld. Lise Marie Evensen staðfestir, at uppgávan í kvøld var av tí lættara slagnum, men tær vóru heldur trekar at koma í gongd í fyrra hálvleiki.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá StÍF, Alexandur Johansen sum ásannar, at kvinnurnar hjá StÍF hava verið í tungum sjógvi tveir teir seinastu dystirnar aftaná góða sigurin á Stjørnuni í fyrsta umfarinum. Júst tann sigurin hevði tó sera nógv at siga frá strandakvinnur, og ger útlitini fyri kappingarárinum væl frægari enn undanfarna kappingarár tá eingin sigur kom til høldar. 

 

(Samrøður: Lise Marie Evensen og Alexandur Johansen)