Hondbóltur
Hann var spælarin, ið skaraði burtur úr í dystunum ímóti normonnum, í næstseinastu viku, men ímóti rumenum fekk Sveinur Justinussen ikki tann stóra møguleikan fyri at prógva sínar dygdir.
Hendiligt óhapp
Beint eftir steðgin í fyrra dystinum ímóti Rumenia, ið var leiktur fríggjadagin, var Sveinur óheppin. Í telefonini úr Bukarest greiðir Sveinur frá, at hann rann aftur at verja, tá ið rumenar vóru á veg í skjótálop. Í einum tilvildarligum nærdysti við ein mótstøðumann meiddi hann sær vinstru hond, og kanningar vístu seinni, at eitt bein við lítlafingur var brotið. Sveinur hevur fingið hondina í gips, og hann hevur fingið at vita, at hann skal hava gipsið á í okkurt um tríggjar vikur.
Hetta er sjálvsagt ein dyggur smeitur fyri StÍF nú farið verður undir endaspælið í landskappingini, og hálvfinalurnar í steypakappingini, har StÍF skal dystast við VÍF, standa fyri durðum.
Sjálvur heldur Sveinur tó, at talan ikki er um tann stóra missin fyri strandingar, tí sambært honum er rættuliga nógv gott fólk at taka av.
Rumenar ikki betur enn normenn
Um landsdystirnar um vikuskiftið sigur Sveinur, at hann heldur ikki, at rumenar vóru eins góðir og normenninir. Sveinur heldur, at normenninir eru væl betri hondbóltsspælarar enn rumenarnir, meðan rumenarnir kanska hava ein lítlan fyrimun í tí kropsliga spælinum.
Høvdu føroyingar havt alt fólkið tøkt til dystirnar, hevði úrslitið allarhelst eisini verið betur, sigur Sveinur Justinussen. Hann nevnir í hesum sambandi, at bæði Eli Müller og Hans Áki Dal-Christiansen vóru ikki førir fyri at spæla vegna skaða, og haraftrat vóru tað fleiri aðrir, ið høvdu ymiskar smærri skaðar at dragast við.
Hinvegin sigur Sveinur, at seinni dysturin var væl betri enn tann fyrri, og í dystinum sunnudagin gjørdi kollfirðingurin Heini Hanusarson av álvara vart við seg. Hann skoraði ikki færri enn ellivu mál, og skoringsprosentið hjá Heina var ógvuliga høgt, leggur Sveinur Justinussen aftrat í telefonini úr Rumenia.
Eingin Costin
Tá vit at enda spurdu Svein, um fyrrverandi venjara hansara, rumenin Costin Dumitrescu, ið leiddi StÍF til meistaraheitið seinasta kappingarár, var millum áskoðararnar, sigur Sveinur, at tað var hann ikki. Teir høvdu annars frætt, at Costin fór at koma, men tað vísti seg, at hann var farin á venjingarlegu við liði sínum. Costin Dumitrescu er í dag leikandi venjari hjá einum liði í næstbestu rumensku hondbóltsdeildini.