StÍF hevur einki lið við í landskappingini í hondbólti í fyrstu deild hjá kvinnum í ár.
Tað varð viðurstøðan nú kappingin er komin í gongd.
Fyri stuttari tíð síðan settu strandingar annars Jónleif Sólsker at taka sær av fyrsta kvinnuliði eisini, men har var einki at gera.
Grundarlagið var ov veikt til at byggja eitt fyrstudeildar lið á tað.
? Eg haldi, at tað hevði verið óforsvarligt at fari út at spælt fyrstu deildarhondbólt við tí fólkinum, sum vit høvdu tøkt. Tað kann ikki vera meiningin, at einasta treyt fyri at leikarar skulu vera á fyrsta liði eru fyltir 18 ár, sigur venjarin.
Bert seks leikarar
Trupulleikin inni á vestara armi á Skálafjørðinum var hesaferð, at fólkagrundarlagið datt undan liðnum.
? Tað vóru bara seks leikarar til venjing, og tað er ov lítið til eitt lið. Harumframt vóru nógvir av teimum týdningarmiklastu spælarunum burtur, og tað hevði við sær, at tað so at siga bara vóru óroyndir spælarar eftir, sigur Jónleif, sum sjálvandi er keddur felagsins vegna.
Hann leggur tó afturat, at tað eftir hansara tykki, kortini er frægari at taka liðið úr kappingini heldur enn at ferðast kring landið og spæla við einum vánaligum liði, um tað hevði borið til at mannað tað.
? Vit skulu barst fyri at minimera tapini, og tað er ikki besta útgangsstøðið tá talan er um ungar og óroyndar leikarar, sigur Jónleif Sólsker.
Liðið, sum nú verður tikið úr kappingini er annars ikki »hvør sum helst«. Fyri nøkrum heilt fáum árum síðani var StÍF meistari í kvinnuhondbólti, og í liðið er í løtuni varasteypameistari. Tær vóru í finaluni í fjør tá tær taptu móti VÍF.