StÍF tók alt í Kollafirði

Kollfirðingar megnaðu ikki at halda fast í StÍF, sum vitjaði sunnukvøldið

Hondbóltur

 

Hóast StÍF seinnu árini støðugt hevur verið partur av føroyska hondbóltsoddinum, so er ivasamt, hvussu styrkin á liðnum er í løtuni.

Tí skuldi tað als ikki takast fyri givið, at teir skuldu hava øll stigini frá KÍF, sum í fjør gjørdist aftasta liðið í manshondbólti, men sum samstundis ongan tíð gevur upp, fyrr enn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð.

Og talan gjørdist eisini um sera trupla uppgávu hjá StÍF. Fyri steðgin gekk mest sum púrasta javnt fyri seg, og beint eftir steðgin vóru tað vertirnir, sum hóttu við at fara avstað. Tað var tó skjótt, at StÍF svaraði aftur, og eftir at teir broytt 13-12 til 17-20, var eingin vegur aftur hjá KÍF.

Við sigrinum syrgdu strandingar fyri, at teir løgdu væl frá landi í ársins útgávu av hondbóltslandskappingini. Men um hetta aftur í ár fer at røkka til finalusess, er ein heilt annar spurningur.

 

Fakta um dystin

KÍF-StÍF 21-24 (11-12):

10 min: 3-6

20 min: 8-10

40 min: 15-15

50 min: 18-21

Málskjúttar

KÍF: Damir Oros 6(1), Rógvi Weyhe 4, Niklas Reginsson 3, Teitur Joensen 2, Suni Johannesen 2, Tony Weyhe 2, Regin Petersen 1, Ási Dam 1

StÍF: Mortan Hansen 7, Rúni Johansen 6(2), Bárður B. Danielsen 4, André F. Danielsen 3, Leivur Justinussen 2, Alexandur Johansen 1, Rúni Niclasen 1

Brotskøst: KÍF 2, StÍF 3

Útvísingar: KÍF 6, StÍF 2